Marknaðartillaging
Price (P. 2)
184
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Prískvæmi og prístogni
Prískvæmi merkir, at prísbroytingar kunnu ávirka eftirspurningin
eftir tænastu, vøru ella vøruflokki. Men vøra valdast, summar vørur
eru rættiliga prískvæmar og aðrar lítið og einki. Hóast alt er munur á
svávuldós og eldsløkkjara, og er keyparin væl fyri fíggjarliga, minni
týdning hevur vøruprísurin vanliga.
Prískvæmi sipar til, hvussu viðskiftafólk svara aftur, um vøruprísurin
verður broyttur.
6 4
Prísur
Eftirspurningur
(mió. stk)
DVD
125
100
4,2 4
Prísur
Eftirspurningur
(mió. stk)
Mjólk
7
6
Nógv prístogni
Lítið prístogni
Prískvæmi, meira og minni
Fleiri grundir eru til, at prískvæmi er lítið og einki. Heilt bílig vøra,
smálutir og annað slíkt, hevur lítlan og ongan fíggjarligan týdning
fyri keyparan, og eftirspurningurin stendur mestsum við, hóast vøran
er vorðin heldur dýrari.
Prískvæmi lítið og einki
Prískvæmi meira og minni
• Neyðsynjarvøra
• Nýtsla er vanabundin
• Torført at hava aðra vøru í staðin
• Vøra kostar lutfalsliga lítið
• Keyparar hava høga inntøku
• Luksusvøra
• Nýtsla er ikki vanabundin
• Onnur vøra fæst í staðin
• Vøra kostar lutfalsliga nógv
• Keyparar hava lága inntøku
Vøra er heldur ikki serliga prískvom, er hon avgjørt neyðug, og tor-
ført er at hava aðra vøru í staðin. Til dømis eru kúlupennar, bensin,
rugbreyð, mjólk og sigarettir ikki serliga prískvæmar vørur. Og helst
eru vit eisini mong, ið illa orka ella tíma at basa óhepnum vanum og
óvanum, hóast vøran verður dýrari.