Marknaðartillaging
Price (P. 2)
178
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Øvug rokning
Søluprísurin er grundarlagið í øvutari rokning. Roknað verður frá
søluprísi fram ella aftur til tað, ið vøra í mesta lagi skal kosta frá veita-
ra. Sum víst í fyrra døminum, var ætlaður søluprísur 198 kr. við mvg.
Selja kappingarneytar meinlíkar roknimaskinur fyri til dømis 178 kr.,
er ikki væntandi, at nógvar roknimaskinur verða seldar fyri 198 kr.
Verður roknað øvut, verður komið fram til mesta keypsprísin, ið kann
góðtakast við sama bruttoavkasti.
Øvug rokning er við givnum søluprísi at rokna mesta keypsprísin.
At rokna øvut
• Søluprísur við mvg
kr 178,00
• Søluprísur við ongum mvg
kr 142,40
• Bruttoavkast
kr 48,00
• Keypsprísur í mesta lagi kr: (142,40 - 48,00 - 5) = kr 89,40
Bruttoavkastið er munurin ímillum søluprís og kostprís. Vinningurin
ella avkastið er tað, ið skal rinda allan kostnaðin í virkinum, umframt
nettovinning. Mvg er hesum óviðkomandi. Nú stendur eftir, hvørjar
gongdar leiðir eru at keypa roknimaskinurnar fyri kr. 89.40. Fyrst er
at royna vøruveitaran og fáa avtalu við hann.
Fæst eingin avtala, er eftir at kanna, um annar veitari er, ið vil selja
roknimaskinurnar fyri kr. 89.40. Verður henda gongd til fánýtis,
eru tríggir kostir: (1) Gevast at selja maskinurnar, (2) finna annað
hóskandi snið (3) slaka í bruttovinningi. Verður slakað í brutto-
vinningi, verður úrslitið hetta:
Slakað verður í bruttovinningi
• Søluprísur við ongum mvg
kr 142,40
• Bruttoavkast nú (142,40 - 105) : 142,40 =
26,3 %
• Bruttoavkast fellur nú 7,4% stig og verður kr 10,60 lakari enn ætlað.
Skiftisrokning
Skiftisrokning er á sama hátt sum øvug rokning grundað á søluprís.
Frá søluprísi verður roknað fram til skiftisíkastið. Keypsprísur,
flutningkostnaður og annar broytiligur kostnaður verður drigin frá
søluprísinum, og tá verður komið fram til skiftisíkastið.