Marknaðartillaging
Price (P. 2)
176
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Prísur og prísrokning
Keypsorka er avmarkað hjá teimum flestu, og tí hevur vøruprísurin
mestsum altíð nógv at siga. Tað man vera fáur, ið fer til handils, sum
ikki spyr ella kannar eftir, hvat vøran kostar. Eisini man vera fáur
seljari ella handilsmaður, ið ikki kannar eftir, hvat hann í minsta lagi
skal hava fyri vøruna og í mesta lagi kann fáa fyri hana. Soleiðis kann
verða sagt um vøruprís:
Vøruprísur er handilsvirði á vøru ella tænastu mált í peningi.
Vøruprísur er munadygt kappingarráð í flest øllum handilsgreinum
og verður javnt og samt brúktur í kappingini, men vøruprísurin kann
eftirgerast. Verður prísur settur niður, er sannlíkt, at kappingar-
neytarnir gera tað sama. Júst hesi viðurskifti eru viðkvom og kunnu
elva til prískríggj og tað, ið stendst av tí. Samanumtikið er keyparin
helst einasti vinnarin í tílíkum “kríggi”.
Prískríggj er, tá ið kappingarneytar kappast um lægstu prísirnar.
Prísrokning
Søluprísurin er tað, ið vøra verður seld fyri og eigur tí at verða ásettur
soleiðis, at allur kostnaður og vinningur eru roknaðir uppí sølu-
prísin. Samanumtikið verður grundarlagið í prísrokningini at vita,
hvat vøran kostar at keypa, hvør annar kostnaður er, og hvør vinnin-
gurin ætlandi skal vera.
Átrokandi spurningur er alsamt, um vøran kann verða seld til ásettan
prís í samsvari við prísrokningina. Er nógv og trong kapping í vøru-
flokkinum, er ikki vist, at tað ber til at seta søluprísin eftir prís-
rokningini. Kann henda, at kappingarneytar kunnu keypa vøruna
bílígari aðrastaðni og tí kunnu selja hana samsvarandi.
Kanska hava kappingarneytarnir heldur ikki sama rakstrarkostnað,
ella eru aðrar fortreytir, ið elva til betri kappingarføri. Tá ið av tornar,
eru keypararnir teir, ið gera av, um teir vilja keypa vøruna ella ikki.
Fýra mannagongdir at prísrokna skulu verða umrøddar.
Undir óbroyttum umstøðum hevur príslækkan við sær, at keyps-
orkan økist og veitir soleiðis keyparanum størri fíggjarligt rásarúm.
Spard króna kann tí verða spard ella verða brúkt til annað endamál.
Óneyðugt er at siga, at seljarin er ikki heilt í somu hepnu støðu, tí sum
oftast er tað hann, ið av kappingarávum svíður fyri príslækkingum.