Marknaðarlæra - page 175

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
175
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Prísur og prísgerð
ú
e
n
p
n
1
p
1
Eftirspurningur
Útboð
Marknaðarprísur
Seljari viðger:
• Prísáseting
• Kostnað
• Vinning
Keypari keypir
eftir:
• Tørvi
• Keypsorsøk
• Keypshugi
• Keypsorku
• Keypsvanum
• Nýtsluvanum
• Marknaðarprísur = p
1
og eftirspurd nøgd = n
1
.
Fullkomin kapping og standardvøra
Prísgerðin er bara heilt virkin á homogena marknaðinum, tá ið full-
komin kapping ræður. Sum tilskilað í brotinum um marknaðarhættir,
eru nógvir seljarar, ið bjóða út á hesum marknaði. Vøran er vanlig
standardvøra, til dømis fiskur, korn og kolvetni, eingin munandi
sertokki er, og keyparin tekur ikki dagar ímillum, frá hvørjum hann
keypir vøruna.
Ein neyvari allýsing
Umrøtt er í fororðinum, at Nám og Føroya Handsilsskúli í 2013 í felag
góvu út orðabók um handilsskap og búskap. Hugtøkini verða soleiðis
lýst í orðabókini:
Útboð er sambandið millum nøgdina av vøru ella tænastu, sum útbjóða-
rarnir eru sinnaðir at selja, og prísin, sum fæst fyri vøruna ella tænastuna.
Útboðin nøgd er nøgdin tilsamans av vøru ella tænastu, sum útbjóðararnir
á einum marknað eru hugaðir at selja í einum tíðarskeiðið fyri ávísan prís.
Eftirspurningur er sambandið millum nøgdina av vøru ella tænastu, sum
brúkararnir eru sinnaðir at keypa, og prísin, sum verður kravdur fyri vøruna
ella tænastuna.
Eftirspurd nøgd er tann nøgd av vøru, sum keyparar á einum marknaði
eru hugaðir at keypa í ávísum tíðarskeiði fyri ávísan prís.
1...,165,166,167,168,169,170,171,172,173,174 176,177,178,179,180,181,182,183,184,185,...286
Powered by FlippingBook