Marknaðarlæra - page 182

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
182
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Fyri mongum árum síðani lýsti ein nógv umhildin skóbúð í Havn við
stórum stavum við hesum orðum:
Prísir undir
botninum.
Egningar-
prísur sæst annars í fleiri handilsgreinum.
Býtisprísur
Summir handlar, ið selja drúgva nýtsluvøru, hava ofta ta skipan, at
taka aftur brúkta vøru sum partur av keypsavtaluni. Tílíkur handil er
kortini treytaður av, at onnur, helst nýggj vøra, verður keypt í staðin.
Skipanin er heilt vanlig í bilasølum.
Ætlar brúkari at ogna sær nýggjan bil, er vanlig mannagongd, at hann
roynir at fáa sum mest fyri gamla bilin. Bilasøla, ið bjóðar hægsta
býtisprísin, verður ofta tann, ið selur nýggja bilin.
Býtisprísur er, at handil bjóðar ávísa upphædd fyri brúkta vøru í býti fyri,
at onnur ella nýggj vøra verður keypt ístaðin.
Avsláttur og ágóði
Viðhvørt er so í handilskeypi og nýtarakeypi, at avsláttur verður
latin keypara. Flestu virki hava sett í sølupolitikk sín, hvør avslátturin
er, og nær hann verður latin. Tað, sum ger av avslátturin, er vanliga
treytað av trimum viðurskiftum: (1) Nær verður vøran goldin. (2)
Hvussu stór mongd ella nøgd verður keypt. (3) Hvussu stór er keyps-
upphæddin.
Tríggjar vanligar skipanir
• Kontantavsláttur
• Nøgdaravsláttur
• Ágóði
Kontantavsláttur er tengdur upp í vørugjaldið og er aloftast tilskilaður
í prosentum. Avslátturin verður brúktur í mest sum øllum handils-
skapi. Hugtakið kontant er fleirtýtt, verður umrøtt aðrastaðni, men í
nýtarakeypi er tó vanligt, at kontant merkir peningin í hondina.
Nøgdaravsláttur er tengdur upp í vørukeypið. Sum skilst ræður
nøgdin ella mongdin fyri, hvussu stórur avslátturin verður. Hóast
kontantavsláttur og nøgdaravsláttur eru rættiliga vanlig fyribrigdi,
verður kortini ikki sagt, at hesir eru altíð við í keypinum. Tað er heldur
spurningurin um ta siðvenju, ið ræður í handilsgreinini.
Ágóði ella bónus
Summar fyritøkur brúka í handilskeypi eina skipan, har ágóði ella
bónus er grundaður á upphæddina, sum fyritøkan keypir fyri eitt ávíst
tíðarskeið, til dømis eitt ár. Ágóðin verður góðskrivaður keypara.
1...,172,173,174,175,176,177,178,179,180,181 183,184,185,186,187,188,189,190,191,192,...286
Powered by FlippingBook