Marknaðarlæra - page 177

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
177
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Prísrokning er at rokna út søluprís, grundað á keypsprís, annan kostnað
og vinning.
Prísrokning
• Bytisrokning
• Øvug rokning
• Skiftisrokning
• Rokning við føstum faktori
Býtisrokning
Grundarlagið undir býtisrokning er keypsprísurin, ið er tað, sum
vøran kostar at keypa frá vøruveitara. Við hesum grundarlagi verður
roknað fram til kostprís, eginprís og søluprís, við mvg og við ongum
mvg. Býtisrokning er vanlig í nógvum smásølum.
At býtisrokna
Ætlanin er at keypa 100 roknimaskinur við matematiskum hentleikum:
Keypsprísur fyri hvørja
kr 100,00
+ Flutningskostnað
kr 5,00
= Kostprísur
kr 105,00
+ Rakstrarkostnað
25,7 % kr 27,00
= Eginprísur
kr 132,00
+ Rakstraravkast
20 %
kr 26,40
= Søluprísur við ongum mvg
kr 158,40
Søluprísur við mvg
(25%)
kr 198,00
• Bruttoavkast (27,00 + 26,40) x 100 : 158,40 = 33,7 %
Rakstrarkostnaður í býtisrokning er annar kostnaður enn vørunýtsla,
í døminum settur til 25.7%. Rakstrarkostnaður er til dømis løn, húsa-
leiga, skrivstovulutir og annað. Hesin kostnaður verður mettur í einari
væntandi sølu og fíggjarætlan.
Býtisrokning er at rokna út kostnaðarbýti og síðani áseta søluprísin.
Verður meiri selt enn ætlað, og ætlanin heldur, er væntandi, at rakstrar-
avkastið verður størri enn 20%. Vansin er, tá ið minni verður selt enn
ætlað, tí tá kann rakstraravkastið lættliga gerast lakari og vinningurin
samsvarandi.
1...,167,168,169,170,171,172,173,174,175,176 178,179,180,181,182,183,184,185,186,187,...286
Powered by FlippingBook