Marknaðarlæra - page 168

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
168
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tænastudygd
Góð tænasta er at vera vandin í tænastugerðini og stremba eftir at
gera veitingina lítaleysa. Alt virksemið í virkinum eigur at stuðla
hesum endamáli og teimum starvsfólkum, sum eru í andgletti og
øðrum, sum veita tænastu og avgreiða. Kanningar eru gjørdar í smá-
sølum um dygd og tann týdning, ið dygdin hevur í viðskiftinum. Ein
útlendsk kanning bendir á, hví handlar missa viðskiftafólk.
Tænasta og gagnmeting
• 1 % doyr
• 3 % flyta
• 5 % broyta keypsvanar
• 9 % skifta handil vegna óhóskandi príslegu
• 14 % skifta handil vegna vantandi vørudygd
68 % skifta handil av vánaligari starvsfólkatænastu
Vanlig mannahugsan er, at allur handil er grundaður á tørv, og at
tørvur, sum áður nevnt, kann vera lýstur sum munurin á verandi støðu
undan einari veiting og einari væntandi støðu, tá ið veitingin er framd.
Soleiðis sum veitingin gagnar, ger av tænastudygdina, um keypari var
ónøgdur, nøgdur ella fullnøgdur. Endamálið er, at fólk verða nøgd við
viðskiftið, kenna seg ikki svikin, hvørki av vøru ella tænastu, men fáa
í minsta lagi tað, ið tey væntaðu.
Tænastuveiting og nøgdsemi keyparans
“Hvørki gullkranar ella B&O sjónvørp kunnu koma ístaðin fyri góð starvs-
fólk” Allan L. Agerholm, hotelstjóri
Tænastuveiting
Ónøgdur • Nøgdur • Fullnøgdur
1...,158,159,160,161,162,163,164,165,166,167 169,170,171,172,173,174,175,176,177,178,...286
Powered by FlippingBook