Marknaðartillaging
Product (P. 1)
166
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Gestur á matstovu
Ert tú gestur á matstovu, er skjótt at varnast, um starvsfólk eru
hóskandi ílatin, dámlig og beinasom og hava skil fyri tí, sum tey gera
ella takast við. Tann skilagóði verturin er fólkaligur og dugir væl við
fólki. Hann kemur skjótt eftir einari javnvág í atferðini, ið hóskar til
gestin ella gestirnar.
Sum starvsfólk eru sínámillum kann ávirka nógv kenslurnar hjá
viðskiftafólki. Skjótt er at vera varur við, um starvsfólk sita væl um
sátt, hava virðing hvør fyri øðrum, ella líkasæla valdar teirra millum.
Sessaður undir liðini á øðrum gestum, ið halda gang og hóreiggja sær
eftir tínum tykki á óhøviskan hátt, so er ikki vist, at tú leggur í at fara
aftur á somu matstovu.
Ein onnur týðandi skipan er stuðulsskipanin, ið sipar til tøknifrøði,
edv, kassaskipanir og onnur hjálparamboð, ið stuðla starvsfólki í
tænastugerðini. Endamálið er, at tey á tann hátt verða frægari før fyri
at veita góða og holla tænastu. Reint og nossligt umhvørvi er sjálv-
sagdur partur av stuðulsskipanini.
Trígreind veitingarskipan
Munur er á veitingarskipanini í tænastuvirkjum, har veitingarnar eru
óítøkiligar, og so øðrum handilsvirkjum, sum selja ítøkiliga vøru.
Tænastur, ið veittar verða, til dømis hjá tannlækna og hárfríðkara, eru
soleiðis háttaðar, at tænastugerðin og tænastunýtslan falla saman.
Tannlæknar mugu kortini keypa ítøkiliga vøru og hava hana til taks,
eitt nú ymisk amboð og doyvingarevni og aðra neyðuga útgerð.
Hárfríðkarar hava tørv á ymiskum vaskievnum og litevnum saman
við aðrari útgerð til hárfríðkan.
Áhugavert er at staðfesta, at framferðarhátturin í tænastuvirkjum er
skiftandi. Hjá tannlækna kann viðskiftafólkið til dømis ráða fyri, um
tenninar skulu fríðkast ella fyllingin til tonn skal vera úr plastikki,
silvuri ella gulli. Hjá hárfríðkara verður leikluturin hjá viðskiftafólki
sum oftast sjónskari, og har eru veitingarnar mangan líka ymiskar,
sum fólk eru.
Stuðulslið, framlið og viðskiftafólk
Nevndu trý dømini um veitingarskipanir í matstovu, hjá tannlækna og
hjá hárfríðkara, avdúka, at skipanin er trígreind. Fyrra liðið er stuðuls-
liðið, tey fólk, sum starvast í stuðulsskipanini. Teirra uppgáva er at
ansa eftir, at útgerð, tilfar og annað, ið tørvar, er tøkt. Viðskiftafólk
síggja sjáldan hesi fólk og hava heldur einki beinleiðis samband við
tey. Seinna liðið er framliðið. Tey, sum veita tænastuna, eru í andgletti
og hava samband beinleiðis við viðskiftafólkini.