Marknaðarlæra - page 174

Marknaðartillaging
Price (P. 2)
174
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Brúkarar eru teir, ið keypa og brúka vøruna og vilja hava sum mest
fyri pening sín, og tí veksur eftirspurningurin, tá ið marknaðar-
prísurin fellur. Men hækkar prísurin, so er væl hugsandi, at hugurin at
keypa minkar og soleiðis eftirspurningurin.
Einki gátuført er í hesum, men undantøk eru kortini, og hugurin at
keypa veksur, tá ið vøran dýrkar. Sagt verður, at eftirspurningurin
er tann vørumongd ella nøgd, ið allir brúkarar í einum ávísum tíðar-
skeiði eru fúsir at keypa. Samanumtak er, at útboð og eftirspurningur
endurspegla søluhug seljarans og keypshug keyparans, og sum skilst,
er marknaðarprísurin sum oftast trumfur.
Útboð er tann nøgd ella vørumongd, ið verður boðin út ávísa tíð á ávísum
marknaði.
Eftirspurningur er tann nøgd ella vørumongd, ið verður eftirspurd ávísa tíð
á ávísum marknaði.
Útboð og eftirspurningur
5
5
5
5
4
4
4
4
1
1
ú
e
Prísur
Prísur
Nøgd
Nøgd
Eftirspurningur
Útboð
1
1
3
3
3
3
2
2
2
2
• Søluhugur seljarans og keypshugur keyparans.
Marknaðarprísur og marknaðarkreftir
Marknaðarprísurin er har, sum keypari og seljari semjast um at keypa
og selja, og júst har, sum javnvág er millum útboð og eftirspurning.
Marknaðarkreftirnar eru tær, ið leika á millum útbjóðarar og eftir-
spyrjarar og soleiðis kunnu føra fram til semju um marknaðarprísin.
Væl sæst á myndini, at marknaðarprísurin p1 og eftirspurda nøgdin n1
eru beint har, sum útboð (ú) og eftirspurningur (e) renna saman.
1...,164,165,166,167,168,169,170,171,172,173 175,176,177,178,179,180,181,182,183,184,...286
Powered by FlippingBook