Marknaðartillaging
Price (P. 2)
180
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Dømi
Ætlanin er at keypa 100 maskinbundnar vestar av merkinum ”Guðrun
og Guðrun”
• Keypsprísur
kr 206,00
• Søluprísur við mvg
(206,00 x 2,2)
kr 453,20
Vit kunnu eisini brúka hesi somu tølini sum grundarlag og rokna
okkum fram til bruttovinningin í prosentum.
• Søluprísur við mvg
kr 453.20
• Søluprísur við ongum mvg
kr 362.56
- Kostprís
kr 206.00
• Bruttovinngur
kr 156.56
• Bruttovinningur %
43.18 %
Skjótt er at semjast um, at prísáseting krevur umhugsni, og at nógvur
sannleiki er í orðafellinum, at eingin, heldur ikki seljarin, skal kanna
sær bitan, fyrr enn hann er svølgdur. Er prísurin í hægra lagi, kann
keypari aftra seg við at keypa, kanska tí at keypsorkan er avmarkað.
Er prísurin í lægra lagi, kann tað elva til, at keypari setst aftur, tí hann
heldur dygdina vera í so vánaliga.
Útgjaringarprísur
Verður kannað eftir á handilshillum og í lýsingum, er javnan at síggja
søluprísir, ið enda við 90, 95, 98 og tílíkt. Handilsfólk halda, at summi
viðskiftafólk onkursvegna lata seg tøla av tílíkum tilgjørdum prísum.
Hugsanin er, at við eygum keypara er ein vøra, ið kostar til dømis 9,95
kr. munin bíligari enn ein, ið kostar 10 kr. og ein onnur vøra, ið kostar
998 kr., er munin bíligari enn ein, ið kostar 1000 kr.
Grund er til at seta spurningin, um útgjaringarprísur veruliga hevur
tann týdning, ið fólk vilja vera við. Brúka allir handlar sama leistin,
er hugsandi, at við slíkum prísum minkar ávirkanin á keyparan so
við og við. Einki er kortini yvir at dylja, at keyparin mangan ótilvitað
letur seg tøla. Hvør hevur ikki staðið framman fyri sýnisglugga og
latið seg freistað at gera kvetti, tí at vøran kostaði “bara” 995 kr.
Handlar broyta javnan prísin
Annað er, at handlar sjáldan halda seg neyvt til prísrokningina. Teir
broyta javnan prísin, viðhvørt seta teir vøruprísin upp og viðhvørt
niður. Søluprísurin verður á tann hátt lagaður til kappingarstøðuna.
Tílík prísáseting er sjálvsagt ikki grundarleys, tí vøruprísurin er, sum
kunnugt, týðandi kappingarráð, og flest allir handlar eru í harðari
kapping. Handilsmenn vænta, at útgjaringin munar og dregur fólk í
handilin, men teir vita eisini, at útgjaringarprísur lættliga kann verða
eftirgjørdur og tí bara munar heilt stutta tíð.