Marknaðartillaging
Price (P. 2)
186
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Er prístognið størri enn 1, so merkir tað, at hvørja ferð vit lækka prísin 1%,
so økist mongdin av eftirspurdari vøru meira enn 1%. Tá er søluinntøkan
fløðandi
.
Talvirðið: ep > 1
Er prístognið 1, so merkir tað, at prísbroyting, sum er 1%, hevur við sær
broyting í eftirspurningi, ið er 1%. Tá er søluinntøkan
í kyrrindum
.
Talvirðið: ep = 1
Er prístognið minni enn 1, so merkir tað, at hvørja ferð vit lækka prísin 1%,
so veksur mongdin av eftirspurdari vøru minni enn 1%. Tá er søluinntøkan
fjarandi
.
Talvirðið: ep < 1
Vístu stigini um prístogni kunnu verða sett upp í strikumynd. X-ásurin
umboðar vørunøgdina, ið verður eftirspurd, og y-ásurin umboðar
vøruprísin. E-ásurin vísir til eftirspurningin, og hallið á ásinum sipar
til, hvussu nógv, ið prístognið ger um seg.
Prístogni
• Á myndini sæst, at E
1
hevur minni prístogni enn E
2
.
M
P
E
2
E
1
Umskiftisvøra og samnýtsluvøra
Víst er á, at vøra er prískvom, tá ið ein vøra kann verða nýtt í staðin
fyri eina aðra vøru og hóast tað nøkta tørv brúkarans. Tað er um-
skiftisvøra. Bilflutningur og bussflutningur, pípa og sigarettir, smør
og margarin, fiskafars og kjøtfars eru dømi um umskiftisvøru.
Fellur eftirspurningurin til dømis eftir margarini vegna munandi prís-
vøkstur, so er vaksandi eftirspurningur eftir smøri hugsandi og øvut.
Tað sama kann verða sagt um fiskafars og kjøtfars. Umskiftisvørur
kappast soleiðis sínámillum.
Vørur, ið eru saman í nýtslu, verða nevndar samnýtsluvørur. Bilar
og bildekk, pylsur og sinoppur, pípa og píputubbak eru dømi um
samnýtsluvøru. Hugsanin er tann, at fellur til dømis eftirspurningurin
eftir bilum, verður eisini so við bildekkum, hann fellur eisini.