Marknaðartillaging
Product (P. 1)
156
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Dygdarmeting og nýtari
Vanligt er, at brúkari grundar vørukeypini á royndir og tørv. Men av tí
at hvør einstakur brúkari hevur síni serligu eyðkenni, verður dygdar-
metingin samsvarandi hesum sum oftast lutfalslig og samansett. Tað
vil siga, at tørvur, keypsorsakir og keypsorka eru ymisk og skiftandi
og ávirka soleiðis dygdarmetingina.
Seljari kann í sínari prísáseting ávirka dygdarmetingina. Hann kann,
sum tilskilað frammanfyri, evna til fleiri vørudygdir og dámligari
snið, gera vørumerkið kent og viðurkent, gera vøruna til merkisvøru.
At gera vøru til merkisvøru kann stuðla upp undir, at meiri verður selt,
men tað gerst ikki ókeypis.
Meginreglan er, at nýtari grundar vørukeyp á keypsorku og keypsorsakir
umframt royndir og tørv.
Handilsdygd
Gagndygdin og sjóndardygdin verða av og á undir einum nevndar
handilsdygdin. Til tess at fáa greiðu á, hvussu viðskiftafólk gagnmeta
handilsdygdina, verður arbeitt við frymli nevndur dygdarbrotið ella
dygdartreytin.
Upplivað dygd
Væntað dygd
Fær dygdarbrotið til dømis eitt virði, ið er ≥ enn 1, so vísir tað til,
at brúkarin metir handilsdygdina at vera nøktandi og fær tað, ið
hann væntaði ella reiðiliga tað. Virkið, ið ger vøruna, er partur av
hesum og kann sum nevnt ávirka metingina, sum viðskiftafólk upp-
livir. Væntaða dygdin verður ávirkað av umdøminumog samskiftinum,
ið virkið hevur við marknaðin og málflokkin. Vit kunnu leggja afturat,
at nevndi frymil um handilsdygdina sæst aftur til dømis í trivnaðar-
kanningum.