Marknaðarlæra - page 149

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
149
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Merkisvøra ræður eisini nógv millum úrvalsvørur og drúgvar nýtslu-
vørur. Verða merkini nevnd, eru tey kend: Levi´s og Benetton,
Philips og Sony, Canon og Xerox, Kodak og Agfa, umframt ørgrynni
av øðrum merkjum.
Merkisvøra verður seld víða um í meinlíkari vørupakking, við sama navni
og við somu dygd og nøgd.
Handilsmerki
Merkisvøran fæst sum skilst víða hvar, men so er ikki við handilsmer-
kjunum, tey eru vanliga bara at fáa í ávísum handlum og handils-
ketum. Tað kemur tískil ikki av ongum, at vøran gongur undir navni-
num handilsmerki ella Private Brand.
Handilsketur og aðrir stórhandlar eru ofta førir fyri at keypa rættiliga
stórar vørunøgdir í senn. Stórkeyp hava javnan við sær, at vørufram-
leiðarin setir merki á vørurnar, sum stórhandlarnir vilja hava. Merkini
eru nú vorðin handilsmerki, ið umboða ávísar handlar og verða bara
seld har. Við neyðugum fyrivarni kann verða sagt, at størsti munurin
millum handilsmerki og merkisvøru er, sum vøra verður spjadd um.
Sum heild eru handilsmerkini væl kend. Til dømis er Cirkel-kaffi hjá
FK eitt av fleiri handilsmerkjum, ið nógvum dámar væl. Er sertokki
til Cirkel-kaffi, gerast brúkarar trúgvir keyparar í Keypssamtøkuni, tí
vøran fæst ikki aðrastaðni.
Handilsmerki verða seld í ávísum handlum og handilsketum í meinlíkari
vørupakking, við sama navni og við somu dygd og nøgd.
Handilsmerki ofta bíligari enn merkisvøra
Merkisvøra verður sum oftast tilvirkað á tí virki, ið eigur merkið.
Harafturímóti kunnu handilsmerkini verða tilvirkað á fleiri virkjum
og eru mangan bíligari enn merkisvøra. Prísmunurin kann stava frá
dygdarmuni, men eisini frá bíligari marknaðarføring og framleiðslu.
Dømi eru um, at føroysk góðskingarvirki hava framleitt vøru fyri
útlendsk stórvirki, undir teirra merki og eftir teirra leisti.
Bíligari framleiðsla kemur ofta av, at virkini, ið tilvirka egna merkis-
vøru, eisini tilvirka handilsmerki fyri onnur og ofta í harðari kapping.
Tann harða kappingin elvir til, at handilsmerkini verða væl kappingar-
før. Bíligari marknaðarføring stendst eisini av, at tey virki, ið eiga
handilsmerkini, leggja doyðin á at selja egnu merki, sum millum
annað hevur við sær, at vøra verður bíligari at marknaðarføra.
1...,139,140,141,142,143,144,145,146,147,148 150,151,152,153,154,155,156,157,158,159,...286
Powered by FlippingBook