Marknaðarlæra - page 143

Marknaðartillaging
Product (P. 1)
143
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hetta sundurbýtið í 4 P er í veruleikanum bara ein annar máti at skifta
sundur ella seta saman vøruráðini og søluráðini. Tey fyrstu 3 P-ini
(Product, Price og Place) umboða soleiðis vøruráðini, og tað fjórða
(Promotion) umboðar søluráðini. Við øðrum orðum sagt: Amboðini
eru í høvuðsheitinum tey somu, men amboðskassin er rúmsáttari.
Amboðskassi
Product (P.1)
Price (P.2) Place (P.3) Promotion (P.4)
Vørumerki
Prísrokning Skiftisskipan Persónlig søla
Vørudygd
Prískvæmi
Handilslega Reklama
Vøruúrval
Public Relations (PR)
Vørupakking
Sales Promotion
Tænasta
Garanti
Marketingmiks ella Parameturmiks
Vit hava nomið við orðið marketing, sum í mangar mátar merkir tað
sama sum marknaðarføring. Hugtakið ella navnið marketingmiks
sipar til, at kappingarráðini í amboðskassanum verða blandað ella
miksað saman. Parameturmiks er samheiti við marketingmiks og
verður javnan brúkt.
Verður kannað eftir orðinum parametur, so er tað fleirtýtt. Men í
hesum sambandi er týdningurin tann, at ein parametur er ein eind,
ið tú sjálvur ræður yvir og kanst broyta. Kanska er urgan ein nýtilig
mynd av einari parameturtilgongd. Urgan verður lýst sum: “Ljóðføri
har ið tónarnir verða gjørdir í pípum í ymiskum støddum og skapi.”
Og tú ræður sjálvur fyri ljóðinum. Roynd at lýsa marketingmiks/para-
meturmiks kundi verið soljóðandi:
Tann orka, ið virki ger av at leggja í tey støku ella tey samansettu
kappingarráðini (Tey 4 P-ini), og hvørs endamál er at fremja søluna eitt nú
í ávísum vøruflokki ella av ávísari vøru.
Onnur ástøði skiftir sundur parameturmiksið í eitt snið, ið hevur
5 P. Tað fimta og seinasta P-ið umboðar “Positionering”, ið er samheiti
við hugtakið “Profilering”. Onkur hevur skotið upp eitt 6. P, ið átti at
staðið fyri “Person”. Tað skal viðmerkjast at í tænastuvirkjum verða
umrødd 7 P. Umframt nevndu 4 P eru: People, Physical evidence og
Process.
1...,133,134,135,136,137,138,139,140,141,142 144,145,146,147,148,149,150,151,152,153,...286
Powered by FlippingBook