Marknaðarlæra - page 133

Kappingarumstøður
133
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Marknaðarpartur
Sum sæst í talvuni frammanfyri verður marknaðarparturin hjá einum
virki vanliga roknaður sum ein prosentpartur av tí veruliga marknaði-
num. Verða til dømis seldir 2000 nýggir persónbilar eftir einum ári,
og ein bilasøla selur 200, tá verður marknaðarparturin sjálvsagt 10%
av veruliga marknaðinum.
Mong eru hyggjuráðini, men tú kanst í kappingini við aðrar fyri-
tøkur stremba eftir at draga verandi keyparar til tín frá kappingar-
neytunum. Og somuleiðis kanst tú virka fyri at gera loyndu við-
skiftafólkini virkin og annars royna at fáa viðskiftafólk í síni heild at
keypa meira frá tær.
Marknaðarbýti
Øll væntandi viðskiftafólk
- vísir til allar nýtslueindir, ið hava nýtslu-
møguleikar. Nýtslueind kann vera virki, eitt fólk ella fleiri.
Tíni viðskiftafólk
- vísir til tann marknað ella tey viðskiftafólk, ið reglu-
liga handla við teg.
Ikki viðskiftafólk
- vísir til tann marknað ella tey viðskiftafólk, ið ikki
handla við teg, men við tey, ið tú kappast við.
Onnur viðskiftafólk
- vísir til tann marknað ella tey viðskiftafólk, ið
hava nýtslumøguleikar, men brúka ikki vøruna ella vita einki um hana.
• Veruligur marknaður
er tann, ið keypir frá tær ella øðrum.
Loyndur marknaður
er, tá ið fólk hava nýtslumøguleika, men enn
keypir eingin.
1...,123,124,125,126,127,128,129,130,131,132 134,135,136,137,138,139,140,141,142,143,...286
Powered by FlippingBook