Kappingarumstøður
131
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Oligopol
Er oligopol við sertokka, eru nógvir keyparar, men fáir seljarar. Vøru-
prísirnir eru ofta javnir, tí at prísbroytingar kunnu lættliga órógva
marknaðin og geva bakkast.
Um ein útbjóðari hækkar prísin, so kann tað elva til mista sølu, og
lækkar hann prísin, so er sannlíkt, at kappingarneytarnir gera tað
sama. Úrslitið av hesari tvístøðu er toluliga trygg og samlík príslega
í handilsskipanini. Viðurskiftini eru ikki heilt ólík teimum, ið ráða í
duopolstøðuni.
Monopolistisk kapping
Monopolistisk kapping er tann støðan, at seljarar umboða og selja
einsamallir ávísa vøru og vørumerki. Hesir seljarar fáa á tann hátt eina
serstøðu á marknaðinum. Sum tilskilað, er marknaðurin heterogenur,
og nógvir seljarar eru virknir á marknaðinum.
Henda serstøða hjá seljarum er við til at skapa frábrigdi og ser-
tokka hjá keyparum. Tá ið nógvir seljarar eru, og frábrigdi og sertokki
hava munandi týdning, hevur tað ofta við sær harða kapping. Tað skal
tó viðmerkjast, at umrødda serstøða var vanligari fyrr í tíðini, tí fleiri
handlar høvdu einaumboð. Hetta er ikki so vanligt nú í tíðini, meðan
alheimsgerðin rembir seg.
Á heterogena marknaðinum ber væl til at gagnnýta kappingarráðini og
soleiðis elva til sertokka.
Keyparamarknaður og seljaramarknaður
Á keyparamarknaði hava keyparar fyrimun, og útboðið er størri enn
eftirspurningurin. Kappingin millum seljarar verður tí harðari, og teir
eru tí fúsari at lækka vøruprísirnar. Soleiðis fær keyparin ofta fyri-
mun og hevur møguleika at trýsta prísirnar.
Á seljaramarknaði hava seljarar fyrimun. Eftirspurningurin er størri
enn útboðið. Kappingin millum keyparar verður tí harðari, og teir eru
tí fúsari at gjalda meiri fyri vørur og tænastur. Soleiðis fær seljarin
ofta fyrimun og hevur møguleika at hækka prísirnar.
Vit hava í Føroyum sæð, hvussu húsamarknaðurin hevur skift frá
seljaramarknaði til keyparamarknað. Húsamarknaðurin gjørdist í
seinnu helvt av áttatiárunum avgjørdur seljaramarknaður, eina mest
í miðstaðarøkinum. Rakárini, serstakliga í fyrru helvt av nítiárunum,
elvdu til, at húsaprísirnir fullu, og eitt stutt áramál fingu vit avgjørdan
keyparamarknað.