Kappingarumstøður
130
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Einkarsøla
Einkarsøla ella monopol er, at bara ein fyritøka bjóðar út, og tí er eingin
onnur fyritøka at kappast við. Fyri virkið er hetta avgjørd serstøða,
men krevur samstundis serligt ansni, at virkið ikki gloymir skyldur
sínar viðvíkjandi brúkarum. Vit varnast hesi viðurskifti í privatum
og almennum virksemi.
Tað er tó einki yvir at dylja, at valfrælsi brúkarans er við skerdan lut
í tílíkari skipan. Sum myndin um marknaðarhættir sigur frá, so eru
monopol og fullkomin kapping útjaðarar í skipanini. Bara ein seljari
er í øðrum borðinum, meðan nógvir javnstórir seljarar eru í hinum
borðinum. Vanligt er at skilja ímillum rættareinkarsølu og handils-
einkarsølu.
Rættareinkarsøla kann vera íkomin av hesum ávum:
• Landið hevur tikið sær einkarrætt og rekur sjálvt ávíst virksemi
• Landið hevur givið virki heimild ella loyvi at reka ávíst virksemi
• Virkið hevur fingið einkarsølu, tí at vørugerð er grundað á patent
Handilseinkarsøla kann vera íkomin av hesum ávum:
• Flleiri virki hava tikið seg saman í eitt virki
• Virki hava avtalað at skifta sundur sínámillum marknaðarøki
• Virkið er so mikið kappingarført, at tað er einsamalt
Partvíst monopol og duopol
Partvíst monopol við sertokka er ein stór sølufyritøka og fleiri
smærri. Stóra fyritøkan hevur fyrigongu og stýrir marknaðinum. Tílík
undangonga hjá einum virki kann skerja kappingarmøguleikarnar
hjá smærru virkjunum. Hóast hesa torføru støðu hava smærru
virkini í fleiri førum megnað at komið undan. Tey hava við frá-
brigdum í sølu- og vørupolitikki sínum funnið røttu rókina og kósina
og elvt til sertokka hjá brúkarum. Í tøkni- og telduheiminum er part-
víst monopol ikki óvanligt.
Duopol við sertokka er tann kappingarstøða, at tvær javnstórar fyri-
tøkur bjóða fram rættiliga meinlíka vøru ella veiting. Umstøðurnar
kunnu vera viðkvæmar fyri báðar fyritøkurnar, og tí kemur verulig
prískapping heldur sjáldan fyri, tí lætt er at taka upp eftir kappingar-
neytanum.
Virki, sum soleiðis kappast sínámillum, royna tí heldur at finna sín
egna málflokk. Tey royna við frábrigdum at fremja sertokka og laga
virksemi sítt eftir málflokkinum, og kunnu á tann hátt gerast serkøn á
sínum serliga øki. Til dømis eru føroysku feløgini Effo og Magn eins
og Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd í eyðkendari duopolstøðu.