Kappingarumstøður
132
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Veruligur og loyndur marknaður
Ein og hvør marknaður fatar um ávísa keyparafjøld, ið annaðhvørt
brúkar ávísa vøru ella tænastu ella hevur møguleika til tess. Vit
kunnu gera hesi marknaðarviðurskifti eitt sindur greiðari og brúka
danska sigarettmarknaðin sum dømi. Danska virkið Skandinavisk
Tobakskompagni ræður at kalla einsamalt á marknaðinum.
Skandinavisk Tobakskompagni og marknaðarpartur:
• Prince
57,2 %
• Look
22,0 %
• Cecil
8,0 %
• Kings & Queens
10,0 %
Hetta stórvirkið umboðar og selur soleiðis 97,2% av øllum sigarettum,
ið seldar verða í Danmørk. Marlboro, ið er heimsins størsta sigarett-
virki, umboðar einans 1.6% av danska marknaðinum. Tey 97,2%
kunnu verða javnsett við umleið 6.4 milliardir sigarettir um árið,
og tær verða eftirspurdar á veruliga marknaðinum. Tey fólk, ið ikki
roykja, eru harafturímóti á loynda marknaðinum.
Tilskilast skal, at hagtølini eru ikki nýggj og eru tískil ikki eftirfarandi
nú, men tey vístu tá, at tey, ið ikki roykja, tann loyndi marknaðurin,
er 55%.
Veruligur marknaður og loyndur marknaður
• Øll væntandi
viðskiftafólk
• Tíni viðskiftafólk
• Veruligur
marknaður
• Onnur
viðskiftafólk
• Ikki
viðskiftafólk
• Loyndur
marknaður
• Tilvildarligt dømi.
Sum øllum kunnugt er ógvislig herferð ímóti royking. Tí er sannlíkt,
at veruligi marknaðurin er minkaður, og loyndi marknaðurin vaksin
samsvarandi. Myndin, hóast einføld, skuldi givið eina hilling á við-
skifti, ið standa í boði.