Marknaðarlæra - page 129

Kappingarumstøður
129
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Marknaðurin er umframt eyðkendur við, at samlaði eftirspurningurin
og samlaða útboðið ráða fyri tí, sum fæst fyri vøruna. Útboðið hjá
tí einstaka virkinum munar nevniliga so lítið, at tað ávirkar ikki
marknaðarprísin stórvegis.
Av tí at vøran er homogen, og einstaka virkið onga ávirkan hevur
á marknaðarprísin, so kunnu hyggjuráðini vera at broyta vøru-
nøgdina, ið verður boðin út, og soleiðis tillaga søluna. Á tann hátt
kann til dømis ein útróðrarmaður, ið selur fong sín á uppboðssølu,
vaksa ella minka um veiðuna og soleiðis úrtøkuna og laga hana til
tann avreiðingarprís, ið hann væntar at fáa fyri fongin.
Á homogena marknaðinum er vøruprísurin at kalla einsamallur, ið ræður
fyri, hvussu nógv verður eftirspurt og selt.
Heterogenur marknaður
Er marknaður harafturímóti heterogenur, tá ræður sertokkin meira og
minni. Keypari heldur tá ávíst merki ella virki hava fyrimun, hóast
nytta ella nýtsla kann tykjast meinlíkt aðrari vøru. Fyri at tekkjast
keyparafjøldini royna handlar og virki áhaldandi at stimbra ser-
tokkan, geva sínum vørum og virksemi serlig frábrigdi.
Hóast vørur og tænastur í trongari kapping fyri tað mesta nøkta sama
tørv, so er tað júst hesin umrøddi sertokkin, ið ger um seg, tá ið fólk
ogna sær merkisvørur. Tað er sertokkin, ið elvir til, at summi drekka
Coca Cola, og onnur drekka Pepsi, Jolly ella Sisu, at onkur gongur
í Nike-skóm, og onkur annar í Adidas-skóm. Sum sæst á ásinum
frammanfyri, so er at kalla eingin sertokki, tá ið marknaðurin er
homogenur. Longri vit førka okkum út í høgra borð á ásinum, størri
verður sertokkin.
Marknaðarhættir og sertokki
Seljarar
1
Ein
stórur,
fleiri
smáir
2
Fáir
Nógvir
Sertokki
Homogenur
marknaður,
eingin ser-
tokki er
Monopol
Partvíst
monopol
Duopol
Oligopol
Full-
komin
kapping
Heterogenur
marknaður,
sertokki er
Partvíst
monopol
við ser-
tokka
Duopol
við
sertokka
Oligopol
við
sertokka
Mono-
polistisk
kapping
1...,119,120,121,122,123,124,125,126,127,128 130,131,132,133,134,135,136,137,138,139,...286
Powered by FlippingBook