Kappingarumstøður
128
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Marknaðarhættir og sertokki
Marknaðarhátturin og so sertokkin ráða nógv fyri kappingarstøðuni
og vinnukorunum á marknaðinum. Eftir hesum báðum fortreytum
kunnu karmarnir á marknaðinum verða settir upp og einfalt lýstir.
Vanligt er at skilja ímillum homogena og heterogena marknaðin.
Marknaður og sertokki
Homogenur
marknaður
Eingin
sertokki
Heterogenur
marknaður
Nógvur
sertokki
• Ásurin ímyndar sertokka.
Homogenur marknaður
Er marknaðurin homogenur, tá er eingin sertokki, og vøruprísurin
ger av, um handlað verður. Einstaki keyparin tekur ikki dagar ímillum,
hvaðani ella frá hvørjum hann keypir vøruna, og hann metir soleiðis
vøru at vera homogena ella einsháttaða. Tað skal verða sagt alt fyri
eitt, at á nýtaramarknaðinum eru fáar vørur við púrt ongum sertokka.
Tann einsháttaða standardvøran er ikki at bera saman við ta ymisligu
ella heterogenu merkisvøruna. Standardvøra fæst eitt nú á uppboðs-
sølum, har ið landbúnaðarvøra, fiskur og onnur rávøra eru í útboði
ella til keyps.
Aðrar standardvørur eru til dømis smør og salt, korn og kol. Lítil og
eingin sertokki hongur uppi í slíkum vørum. Verður keypt brennievni
til bilin ella bátin, verður neyvan spurt eftir, hvør ið hevur framleitt
brennievnið, ella hvat merkið er, tí í huga keypara er vøran homogen.
Sum heild kann verða sagt, at á teimum homogenu marknaðunum,
partvíst monopol, duopol og oligopol, ræður í fyrsta lagi um at út-
vega sær vitan um marknaðarprísirnar. Júst prísurin er at kalla einasta
sølufremjandi átak, ið munar, tí at útbjóðararnir ganga allir undir
somu treytir viðvíkjandi vørutillaging og sølu. Keypararnir hava sum
nevnt ongan sertokka til ávísan útbjóðara.
Fullkomin kapping
Tá ið fullkomin kapping ræður, tá eru standardvørur í boði. Nógvir
eftirspyrjarar og útbjóðarar eru, og frítt er at fara undir eitthvørt
virksemi. Ein slíkur marknaður hevur gjøgnumskygni, tað merkir, at
eftirspyrjarar hava møguleika at síggja allar keyps- og sølutreytir.