Kappingarumstøður
136
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tað verður keypt fyrst, ið er mest átrokandi
Brúkari ella keypari kann hava tríggjar ymiskar keypsætlanir á ynski-
seðlinum, til dømis sjónvarp, teldu og vaskimaskinu. Men brúkarin
hevur bara ráð til ein av hesum lutum.
Tað, sum fyri brúkaran kenst mest átrokandi, verður sum oftast keypt
fyrst. Verður úrslitið, at teldan verður keypt, verða vaskimaskinan og
sjónvarpið at bíða til eina aðru ferð. Soleiðis hevur handilin, ið seldi
telduna og virkið, ið gjørdi telduna, vunnið kappingina á hesum sinni.
Ein avleiðing av kappingini er, at vørudygdin í síni heild verður fræg-
ari, og vøran ofta bíligari. Brúkarin fær sjálvsagt fyrimun av hesum.
Okkurt fyrivarni er tó, tí í nógvari matvøru og aðrari húshaldsvøru er
mangan torført at avdúka tað, sum í vøruni er, um tað er gott ella ringt
fyri heilsuna.
Lítið og einki er kortini at ivast í, at kapping elvir til, at virkini áhald-
andi mugu kýta seg at gera tær vørur og veitingar, ið viðskiftafólk eru
nøgd við og vilja hava, annars verður vøruni einki lív lagað.