Marknaðartillaging
Product (P. 1)
144
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vøra og livilíkindi
Grundhugsanin um vøru og livilíkindi er, at vøra verður bjóðað út og
handlað á marknaðinum styttri ella longri tíð. Tíðin verður roknað frá
vøruinngonguni, til virkið gevst at gera vøruna, tí at eingin lønandi
eftirspurningur er. Ella tí at vøran verður tikin aftur av marknaðinum
av øðrum ávum.
Hugsanin er grundað á, at vørugerðin, vørusøla og vinningur fylgja
einum leisti, ið er lættur at kenna aftur. Vøra og livilíkindi fara
vanliga um 4 eyðkend skiftisskeið. Av og á verður umframt umrøtt eitt
1. skiftisskeið, ið fatar um vørumenningina, men tað skeiðið er ikki
við á myndini, tí tað er undan inngonguni.
Hetta fyrsta skiftisskeiðið er eyðkent á tann hátt, at í menningartíðini
eru bara útreiðslur av vøruni, eingin søla og tískil eingin vinningur.
Slíkar umstøður tyngja gjaldførið í virkinum.
Samanumtikið kann verða sagt, at tað hevur rættiliga stóran týdning,
at kappingarráðini verða lagaði til skiftisskeiðið, har sum vøran er á
lívsleiðini.
Vøra og livilíkindi vísa til tíðina, ið vøra verður boðin út á marknaðinum.
Skiftisskeið í vørugongdini
• Vørumenning
• Inngonga
• Vøkstur
• Stígur
• Afturgongd
Leisturin gongur aftur, men ójavnt er, hvussu drúgv tíðin er í hvørjum
skeiði. Hetta stendst millum annað av, at vøruslagið og marknaðar-
treytirnar, eitt nú góðar tíðir og ringar tíðir, áhaldandi ávirka vøru-
gongdina og vørusøluna. Áðrenn vit halda á og gjøllari umrøða vøru
og livilíkindi, skulu vit skoyta uppí, at livilíkindini kunnu vera tríbýtt
og treytað av trimum ymiskum umstøðum:
Ymisk líkindi:
• Tøkniligu líkindini:
Tað tíðarskeiðið, ið vøran virkar
• Marknaðar líkindini:
Tað tíðarskeiðið, ið keyparar eru
• Fíggjarligu líkindini:
Tað tíðarskeiðið, ið vøran vinnur pening