Marknaðartillaging
Product (P. 1)
154
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tríggjar dygdir
•
Gagndygd
•
Sjóndardygd
•
Eykadygd
Gagndygd
Gagndygdin vísir til tað, sum vøra ella tænasta gagnar. Hevur tú ongar
royndir ella veitst lítið og einki um vøruna og tænastuna, kann vera
torført at avdúka og gagnmeta eginleikarnar. Tó so, vørumerkið kann
vera ábending um, hvussu vorðið er.
Gagnvirði er umráðandi, tá ið matvøra verður keypt. Eisini verður
stórur dentur lagdur á gagnvirði og haldgóðsku, tá ið ræður um úr-
valsvøru og drúgva nýtsluvøru, eitt nú reiðskapur, tól og annar tílíkur
útbúnaður. Fert tú til dømis at keypa tær eina teldu, eru í minsta lagi
tríggir eginleikar frammi í huganum: At teldan arbeiðir hampuliga
skjótt, hevur hóskandi minni og er álítandi.
Sum skilst av hesum, er gagndygdin nógv treytað av sjálvari vøruni og
av teimum starvsligu og praktisku eginleikunum: At hamarin er góður
at halda um og gagnar endamálinum, vaskimaskinan góð og álítandi,
troyggjan fjálg og løtt at vaska. Eisini arbeiðsklæði til rusut arbeiði
verður keypt eftir gagnvirðinum.
Um nytta og nýtsla eru umráðandi, er rímiligt, at keypsorsøkin er
skynsom. Fólk, ið hava lága inntøku, leggja ofta áherðslu á gagn
dygdina. Tey noyðast at keypa við skili og ogna sær haldgóða vøru, tí
ráðini eru ikki til javnan at skifta vøru. Eitt felagseyðkenni við gagn-
dygd er, at starvsligu eginleikarnir ofta kunnu verða máldir, og tað
hevur við sær, at vørur kunnu samanberast.
Gagndygdin sipar til vørueginleikar og gagnvirði.
Sjóndardygd
Verður mett um sjóndardygdina, tá hevur útsjóndin nógv at siga. Hen-
dan dygdin er munandi í summum vøruflokkum. Innbúgv, klæði,
skógvar og onnur mótavøra verður mett og keypt eina mest eftir
sjóndardygdini.
Sjóndardygdin vísir til útsjónd, litir og snið.
Keypsorsakirnar eru meira kenslubornar, og eftirgerðarorsøkin er
ikki sør, tá ið mótin er avgerandi. Viðhvørt ræður fráviksorsøkin, vilt
tú til dømis klæða teg heldur øðrvísi enn flest onnur.