Marknaðartillaging
Product (P. 1)
152
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
(framhald)
Merkið heftir eisini fyri einari avgjørdari góðsku, sum viðkomandi, ið keypa skal,
heldur vera virðismikla. Og tað kennist altíð aftur í allari sølu, sama hvussu
trupul og kappingartyngd, henda sølan er. Tað er uttan mun til, hvat vit annars
finna á hillunum ella síggja í sjónvarps- ella blaðlýsingum. Eitt gott “brand” er
soleiðis besta sambandið millum framleiðaran og keyparan. Og tað kann eisini
sleppa framleiðaranum undan at koma sær upp í prískríggj.
Sosial virði
Í tí serliga merkinum búgva mangan sosialu virðini og áskoðanirnar hjá tí, sum
framleiðir og selur. Viðkomandi, sum keypir, kann soleiðis siga okkurt um seg
sjálvan, tá hann ella hon keypir merkisvøruna – hvussu viðkomandi fatar seg
sjálvan og støðu sína. “Brandið” kann minna okkum á, hvørji vit fegnast vilja
vera. Og tað kann stýra kenslunum.
Profilur
Nógvir brúkarar hava eina greiða og felags fatan av einari vøru ella fyritøku.
Merkið ber soleiðis tað, tey aðrastaðni rópa “profilin” hjá fyritøkuni”, og tað er tí
størsta aktivið hjá einari fyritøku. Soleiðis verður hildið, at kenda merkið “After
Eight” er einar 25 milliardir krónur vert.
Fyritøka ella vøra
Í summum førum eru fyritøkurnar eitt brennimerkið í sjálvum sær. Vit kenna
til dømis væl merkini Volvo, BMW, Shell, McDonald´s, IBM, Benetton, Perriér
ella Camel. Í øðrum førum kenna vit vøruna á vøruni sjálvari – eitt nú Medova
(sum Lipton framleiðir), Kærgården (sum danska MD ger), Dynamo (sum er ein
Colgate vøra), Hot Line (sum svenska L.M.Ericsson eigur) ella Nivea (sum tað
sama kundi itið Beiersdorf).
Framleiðarin hevur í hesum førum ikki tann stóra týdningin, tá vit keypa – hann
verður nevndur í øllum stillum onkustaðni á pakkanum. Skott er millum verk-
smiðju og vøru. So eru uppaftur tey førini, har vørunavn og firmanavn hanga
saman – Ford Escort, Toyota Corolla, Kit Kat frá Rowntree osfr.
Varsemi
Eins týðandi eitt “brand” kann vera fyri eina fyritøku ella eina vøru – eins ør-
kymlandi kann tað gera brúkaran, er tað illa valt, ella verður tað ikki brúkt á ræt-
tan hátt. Verður sama merkið til dømis brúkt í sambandi við vørur við skiftandi
góðsku, kann tað gera nógv størri skaða enn gagn. Tí liggja stórar skyldur á
teimum, sum brúka tað. Eitt “brand” kann nevnliga lætt brenna upp.
Grein úr Faroe tíðindi, Nr. 3, Desember 1994