Kappingarumstøður
135
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Og ikki er at gloyma tey mongu vørumerkini og mangan meinlíku
vørurnar, sum allýsingin sipar til. Men skal brúkarin fáa gagn av
umstøðunum, er neyðugt at vøran ella tænastan fæst til keyps, og at
brúkarin er sinnaður til at broyta nýtsluvanarnar, er tað neyðugt.
Trong kapping er heilt vanlig millum handilsmerki og merkisvøru.
Onkur drekkur Cirkel-kaffi, onkur annar drekkur Gevalia-kaffi. Nógv
kapping er eisini millum merkisvørur, bæði gerandisvøru, úrvalsvøru
og drúgva nýtsluvøru til dømis Coca Cola og Pepsi, Nike og Adidas,
Sony og Samsung.
Í hesum merkistíðum eru fleiri dømi um, at sjálvt merkið er vøran ella
øvut, til dømis: Gev mær ein pakka av Prince, eitt Kit Kat, eitt Mars,
ein reyðan Ålborg, eina grøna Tuborg og so framhaldandi.
Trong kapping er kapping millum vørusløg, sum í høvuðsheitum nøkta
sama tørv hjá brúkarum.
Víð kapping
Annað áhugavert sjónarmið í kappingarhugtakinum er víð kapping.
Grundreglan í hesum hugsanarhátti er, at eisini vørur og tænastur,
ið nøkta ymiskan tørv, so ella so kappast sínámillum um tiltøku-
peningin. Tað merkir í veruleikanum, at allar vørur og tænastur
kappast um pening keyparans. Keyparin veit eisini við sær sjálvum,
at orðatakið: ”Skeri eg teg her, so missi eg teg har” framvegis er
galdandi.
Víð kapping er eina mest millum fjølbroyttu úrvalsvørurnar og drúgvu
nýtsluvørurnar. Tað stendst nógv av, at neyðug húshaldsvøra verður
keypt fyrst, og tá er kappingin javnan trong. Síðani raðsetur keypari
tað, ið hann ætlar sær at keypa umframt, og tá er kappingin bæði víð
og trong. Vituligt er, at tiltøkupeningurin ella keypsorkan hevur nógv
at siga og ger av tað, sum keyparin ella brúkarin hevur ráð til at keypa.
Víð kapping er kapping millum ymisk vørusløg, ið nøkta ymiskan tørv hjá
brúkarum.
Umrøtt er frammanfyri, at í almennu keypsavgerðini verður staðfest,
um peningur er tøkur at keypa fyri, tá ið fastar útreiðslur eru goldnar.
Í ítøkiligu keypsavgerðini og í úrvalsavgerðini tekur brúkarin enda-
liga støðu til tað, ið hann fer at keypa. Tøkniliga keypstænastan, sum
kunnugt, sipar til avgreiðsluna og sjálvt keypið.