Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
222
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sales promotion
Sales promotion er sum mong onnur hugtøk í lærugreinini tikið úr
enskum máli og merkir einfalt at stuðla og fremja søluna. Hugtakið
Sales promotion er eitt av fleiri søluráðum og partur av tí, ið nevnt
verður Promotion. Onnur søluráð eru persónlig søla, reklama, PR og
on-line marknaðarføring.
Søluráðini eru munandi íkast í marknaðarføringini. Nógv virki, ser-
stakliga tey, ið gera merkisvøru, brúka dúgliga slík tiltøk fyri at gera
vart við seg og stuðla upp undir søluna. Partarnir í Sales promotion
eru tær fyritøkur, ið veita stuðulin, og tey, sum í fyrstu atløgu fáa gagn
av stuðlinum, til dømis seljarar, millumhandlarar og brúkarar.
Sales promotion er felagsheiti fyri søluframtak, sum oftast stuttskygt,
hvørs endamál er at eggja fólki til at keypa ávísa vøru, fáa tey at varnast
virkið og taka av tilboði, ið stendur teimum í boði.
Seljarar
Tað er umráðandi fyri virki og aðrar handilsfyritøkur, at seljararnir
eru dugnaligir og væl kunnaðir um vøru og virksemi í handils-
greinini sum heild. Nógvar fyritøkur hava tí í boði, at seljarar teirra
kunnu vera við á søluskeiðum og soleiðis skúla seg meira og gerast
dugnaligari.
Summar fyritøkur skipa fyri sølukappingum millum seljarar sínar, og
teir kappast sum oftast um einhvørja virðisløn fyri besta avrikið. Fyri-
tøkurnar vita, at kappingarnar gagna báðum pørtum, bæði virkinum
og seljarunum. Vinningurin eigur sjálvsagt at vera so mikið frægur, at
kappingin eggjar seljarum til at vinna vinningin.
Millumhandlarar
Trýhandilslið, virki, heilsølaogsmásøla, verðavanligaumrødd í skiftis-
skipanini. Heilsølur og smásølur eru sum kunnugt millumhandlarar.
Virki, ið gera vøru, stuðla javnan millumhandlarum, tað sama sum
heilsølur stuðla smásølum við søluátøkum.
Vanligt er, at virki og heilsølur kunna smásølur um nýggjar ella ný-
komnar vørur og ráðgeva um uppseting og innrætting. Ræður um
merkisvørur er ofta so, at virki stuðla smásølum við lýsingatilfari og
sølufremjandi innbúgvi. Tílík útgerð fæst sum oftast fyri lítið og lætt.
Tað er heldur ikki óvanligt, at smásølur kappast sínámillum, til dømis
um frægastu sølutølini ella vakrasta sýnisgluggan. Annar sølustuðul,
ið gagnar millumhandlarum, er til dømis lýsingaátøk, útbúgving, um-
framt serlig tilboð og avsláttur.