Marknaðarlæra - page 232

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
232
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Aðrir týðandi seljaraeginleikar eru at lurta væl eftir viðskiftafólki og
vanda sær um tað, ið tey vilja. Sum kunnugt lættir tað um viðskiftið,
at seljarin setir viðkomandi spurningar og soleiðis fær fólk at greiða
meira frá tí, ið teimum tørvar. Tað kann beina burtur ivamál, tí at
viðskiftafólk kennir á sær, at seljarin veruliga vil hjálpa.
Hollur vørukunnleiki og gott innlit í virksemið í virkinum styðjar
væl upp undir førleika seljarans. Meira seljari veit um viðurskiftini,
frægari er hann førur fyri at leiðbeina og veita góða tænastu, og á tann
hátt gera viðskiftafólk fullnøgd. Vitan um kappingarneytar og vørur
teirra skorðar eisini undir støðu seljarans.
Verumáti seljarans
Tað hevur nógv at siga, at seljarin er fólkaligur og siðiligur í orð og
tal. Málburður hansara eigur at vera greiður og yrkismálið í minsta
lagi. Skilja fólk ikki yrkismálið, kann fáa tey at kenna seg minni ment.
Slíkar umstøður eggja ikki til framhaldandi samskifti og samhandil.
Áhugavert er, hvussu fólk líkjast í nógvum, hóast ólík í øðrum. Eitt
felagseyðkenni er kortini, hvussu skjótt og á hvønn hátt vit meta ella
lesa av onnur fólk, tá ið vit hitta tey fyrstu ferð. Fyrsta ímyndanin av
øðrum er sjáldan heilt tilvitað, ikki altíð røtt, men hevur tó lyndi til at
festa seg.
Fyri seljaran er tí umráðandi, at verumáti hansara er dámligur og
gevur álit. Tað lættir nógv um, skal hann til dømis seta seg í samband
við viðskiftafólk, ofta ókunnufólk, og kann eisini hjálpa væl til, at
skilagott samskifti og viðskifti fæst í lag.
Tað stimbrar sjálvsálitið at vera ílatin til høvið. Seljari eigur at vera
væl klæddur, soleiðis skilt, at klæðini hóska til ta ímynd, ið virkið
hevur, og sum fólk hevði væntað. Persónligt reinføri er eitt sjálvsagt
krav.
Ímyndanin av øðrum
Nógv bendir á, at lutfalsliga einfaldar umstøður ráða fyri, hvussu fyrsta
ímyndanin verður av øðrum. Tey fyrstu 20 sekundini, andlitsbragdið
og kropsmálið kunnu gera munin. Tey fyrstu 20 orðini og fyrstu 20
fetini eru eisini partar í heildarmetingini.
Fleiri virki eru, ið gera og selja búnar og arbeiðsklæði fyri sámiligan
prís. Tað hevur millum annað havt við sær, at fleiri handlar og virki nú
keypa eyðkennisbúnar til starvsfólk síni. Búnarnir gerast á tann hátt
andlitið úteftir og partur av virkisímyndini.
1...,222,223,224,225,226,227,228,229,230,231 233,234,235,236,237,238,239,240,241,242,...286
Powered by FlippingBook