Virkisrakstur
243
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tað er tí natúrligt, at virkisleiðslan og søludeildin samstarva og sam-
skifta dúgliga um nýggja vøru, broytt vørusnið og onnur áhugaverd
uppskot og hugskot. Aðrar deildir í virkinum verða tiknar upp á ráð
um møguleikar og mannagongdir.
Á flest øllum virkisøkjum eru kortini verkevni, ið ikki eru eins huga-
lig, sum tað er at bróta upp úr nýggjum. Tey koma fram dagliga, ofta
við fastari mannagongd, at kalla allastaðni.
Dagligar uppgávur í søludeildini
• At geva tilboð
• At taka ímóti bíleggingum
• At skriva bíleggingarváttanir
• At áseta prísir
Virki og keypsdeild
Keypsdeildin eigur sum allar aðrar deildir at vera at sær komin og
áhaldandi laga virksemi sítt eftir umstøðunum í virkinum og eftir
handilsgreinini, vøruúrvali og ráðandi marknaðartreytum. Keyps-
deildin hevur eisini eftirlit við vørusendingum og tænastum, ið
keyptar verða uttanifrá.
Tað er keypsdeildin í samráð við aðrar deildir, ið hevur um hendur at
keypa vørurnar til virkið. Tó so, í smáum handlum og virkjum er heilt
vanligt, at virkiseigarin og starvsfólk í felag ráða fyri tí, ið keypast
skal. Stóru virkini seta innkeyparar burturav at røkja hesa uppgávu.
Vørubílegging og meginreglur
• Vøruslag og nøgd
• Vørudygd
• Vøruprísur
• Flutningstreytir
• Gjaldstreytir
Innkeyparin
Innkeyparin er serfrøðingur, skal verða starvskunnugur og geva boð
til útvegarar og nágreina tað, ið tørvar. Skal hann verða førur fyri
slíkari nágreining, er umráðandi, at starvsfelagar hansara, seljararnir,
kunnu gera rímiliga álítandi forsagnir um tað, ið væntandi verður at
fáa í virkinum í næstu framtíð.
Vinnuliga innlit innkeyparans skal umframt fata um holla vitan um
teir útvegarar, ið eru á marknaðinum. Tað hevur nógv at siga í handils-
virkjum, at innkeyparin elvir til, at sølan veksur, og ger sítt til at koma
fram á nýggjar vørur og onnur vørusnið.