Marknaðarlæra - page 247

Virkisrakstur
247
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Lyklatøl
Nøkur viðurskifti viðvíkjandi virkisrakstrinum skulu verða drigin
fram afturat. Sølan í virkinum er sjálvandi áhugaverd, men hon sigur
ikki alt um, hvussu virkinum annars gongst. Ein mannagongd at
kanna gongdina í virkinum er at rokna út lyklatøl.
Lyklatal verður roknað eftir ávísum leisti. Tað kann verða sagt, at
leisturin er lykilin til lyklatalið. Lyklatølini eru ætlað til, at virkið fær
gjøllari innlit í viðurskiftini í virkinum til dømis viðvíkjandi keypi,
sølu og goymslu. Verða tølini borin saman við meinlík tøl í álíkum
virkjum, kunnu tey lodda dýpið og soleiðis benda á, hvussu væl ella
illa virkið verður rikið.
Týðandi lyklatøl
• Bruttovinningur
kr.
• Vørunýtsla
kr.
• Skiftisíkast
kr.
• Skiftisavkast
%
• Skiftispunkt
kr. ella nøgd
• Bruttoavkast
%
• Miðalgoymsla
kr.
• Goymsluumferð
lutfall
• Goymsludagar
dagar
• Rentukostnaður
kr.
Ársroknskapur og bruttovinningur
Ársroknskapurin tekur saman um gongdina í virkinum. Í roknskap-
inum verður komið fram til, um vinningur ella hall var í rokn-
skaparárinum. Fíggjarliga úrslitið sæst soleiðis í rakstrarroknskap-
inum. Rakstrarkostnaður stendst av at reka virkið og fer sundur í
fastan og broytiligan kostnað.
Frammanfyri, í brotinum um prís og prísrokning, verður nomið við
bruttovinning, skiftisíkast og skiftisavkast, og tí er onkur endurtøka
væntandi. Bruttovinningurin er munurin á søluprísi og so kostprísi, ið
er tað, sum vøran kostar, tá ið hon er komin til høldar. Vørunýtslan er
tað, sum vørurnar kosta, ið seldar vóru í farna ári.
Fastur og broytiligur kostnaður
Broytiligur kostnaður veksur, tá ið selda nøgdin ella framleiðslan
veksur, og minkar, tá ið tann selda nøgdin ella framleiðslan minkar.
Kostnaðurin broytist sostatt eftir virkseminum í virkinum. Vøru-
nýtslan í handilsvirkjum er tann broytiligi kostnaðurin, ið munar mest.
Annar slíkur kostnaður í handilsvirkjum er sølukostnaður, til dømis
innpakking og søluprovisión.
1...,237,238,239,240,241,242,243,244,245,246 248,249,250,251,252,253,254,255,256,257,...286
Powered by FlippingBook