Virkisrakstur
245
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nógv virki leggja stóran dent á høgt tænastustig og javnseta vøru-
goymsluna við eina tænastudeild. Tílíkt kappingarráð kann muna væl,
men tað kostar ikki einki at økja eina tænastu, sum helst fer at binda
væl av peningi í goymsluni.
Tænastustigið veldst nógv um
• Kappingarstøðu og kappingarneytar
• Fíggjarviðurskifti
• Ímyndina, ið virkið vil hava
• Handilsgreinina sum heild
Goymsla og bíleggingarskipan
Goymslustýring er at laga til smidliga bíleggingarskipan, ið kannmuna
væl í dagligu arbeiðsgongdini. Starvsfólk á goymsluni umsita skipa-
nina, ið tryggjar, at viðskiftafólk í minsta lagi fær bílagdar vørur í
samsvari við ætlaða tænastustigið.
Forsøgnin sipar til ta vøru, ið viðskiftafólk væntandi fara at keypa eina
ávísa tíð. Á trygdargoymsluni verður lagt uppfyri, at meira verður selt
enn tað, ið ætlað varð í forsøgnini. Tess meira, ið lagt verður uppfyri,
tess tryggari verður trygdarstigið.
Goymslustýring og bíleggingarskipan
Frágongd
Tilgongd
Tænastustig
Trygdargoymsla
Endurbílegging
Bíleggingarnøgd
Skráseting
Forsøgn
Bíleggingarskipan og latingartíð
Bíleggingarskipanin skal gera vart við, tá ið stundin er komin aftur
at biðja um vøruna. Tá ið bílagt verður, eiga at vera á leið eins
nógvar eindir, nøgd ella mongd á goymsluni, sum viðskiftafólki
væntandi tørvar í latingartíðini.