Virkisrakstur
248
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Fastur kostnaður er eyðkendur, tí hann broytist ikki stórvegis, hóast
selda nøgdin innan ávíst mark minkar ella veksur. Fastur kostnaður er
til dømis húsaleiga og løn til fyristøðu.
Rakstur og lyklatøl
Skiftisíkastið verður roknað í krónum og vísir til tað, sum virkið
hevur eftir til fastan kostnað, tá ið allur broytiligur kostnaður er farin
av. Einfalt er at staðfesta broytiligan kostnað í handilsvirkjum, har
sum løn er fastur kostnaður, og bruttovinningurin er tann sami sum
skiftisíkastið.
Skiftisavkastið verður roknað í prosentum: Tað er, hvussu stórur
partur av søluni er skiftisíkast. Sum sæst í roknskapardøminum, er
skiftisíkastið kr. 1.500.000, og sølan er kr. 2.000.000. Tá ið skiftis-
avkastið er staðfest, kann virkið koma fram á ta sølu, ið skal til í
minsta lagi, soleiðis at skiftisíkastið er líka stórt sum fastur kostnaður.
Víst er á, at bruttovinningurin í handilsvirkjum er ofta tann sami
sum skiftisíkastið. Sølan er kr. 2.000.000, bruttovinningurin er kr.
1.500.000, og sostatt verður bruttoavkastið 75%.
Goymsla og lyklatøl
Virðið á vørugoymsluni verður gjørt upp í minsta lagi eina ferð um
árið. Summar fyritøkur gera upp oftari, og verður tað gjørt fyri sum
mest at vissa um og kanna eftir, at ásetta virðið er álítandi. Skal fyri-
tøka virka rímiliga væl, má vera gott skil á goymsluni, so at hon er
nóg stór at nøkta eftirspurningin. Størri vørugoymsla og fjølbroyttari
vøruúrval hava við sær størri virksemi, og alt annað javnsett átti tað
at havt við sær vaksandi sølu og bruttovinning.
Goymsludagarnir verða í miðal 182 eftir vísta døminum. Stór vøru-
goymsla kann tó tyngja gjaldførið í virkinum. Kostnaðurin at reka og
umsita goymsluna veksur, og meiri peningur verður bundin í goymslu-
virksemið. Tí kann gerast neyðugt at útvega størri fígging.
Ískoytið er, at goymsluumferðin er rættiliga skiftandi og nógv treytað
av, hvør vinnugreinin er. Goymsluumferðin til dømis í bókasølu er
vanliga millum3 og 4 ferðir um árið, men í matvøruhandlummillum10
og 12 ferðir. Er miðalgoymslan til dømis kr. 250.000, og eru goymslu-
dagarnir 182, so ber til at rokna út rentukostnaðin, um peningurin
verður læntur í peningastovni, og rentan er t.d. 10%.
Við hesum umrødda grundarlagi kann verða staðfest, at oftari
goymslan verður seld, minni verður rentukostnaðurin. Sjáldnari
goymslan verður seld, størri verður rentukostnaðurin. Sum tilskilað
geva lyklatøl greiðar ábendingar um gongdina í virkinum, verða tey
borin sama við lyklatøl í líkum virkjum.