Brúkaralóggáva
267
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hevur seljari handlað sambært avtalu, og keypari hevur ikki goldið
rættstundis, kann seljari áleggja keypara at gjalda rentu eftir rentu-
lógini, til vøran er goldin. Er vøran seld við eftirkravi og ikki goldin
til ásettu tíðina, verður hon send aftur til seljaran. Legg til merkis, at í
hesum føri ber seljarin kostnaðin av afturberingini.
Ber so á, at keypari rindar ikki keypspeningin, og vøran er ikki latin,
so kann seljarin annaðhvørt ganga frá søluni ella krevja, at keyparin
rindar keypsepeningin og tekur ímóti vøruni. Tó kann seljarin bara
ganga frá søluni, um seinkanin er munandi. Er vøran latin keypara,
so kann seljari ikki ganga frá søluni, uttan so at vøran er keypt við
ognarfyrivarni.
Eru gjaldstreytirnar kontant, og keyparin rindar ikki, verður keypið
roknað sum vanligt keyp upp á borg. Vøran verður ogn keyparans, og
seljarin kann krevja rentu. Er keypssáttmáli gjørdur millum partarnar,
og er vøran seld við ognarfyrivarni, kann seljari taka vøruna aftur
eftir serligum reglum í “Lov om køb på kredit”.