Marknaðarlæra - page 272

Brúkaralóggáva
272
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Uppískoyti
Upprunaliga var ikki ætlan mín at umrøða ella nevna løgtingslógirnar,
ávikavist um marknaðarføring og um kapping. Men so ein dagin fái
eg spurningin frá Olav Absalonsen, sum hevur gjørt mær tann beina
at endurskoða tekstin: ”Skulu nevndu løgtingslógir ikki umtalast ella
verða nevndar í kapittul 12”?
Nr. 35 3. mai 2007
Løgtingslóg um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 27. apríl 2012
Kapittul 1 Endamál og øki lógarinnar
Kapittul 2 Forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum
Kapittul 3 Misnýtsla av ráðandi støðu
Kapittul 4 Kappingaravlagandi stuðul
Kapittul 5 Samanleggingareftirlit
Kapittul 6 Innlit v.m.
Kapittul 7 Kappingarmyndugleikin. Bygnaður og heimildir
Kapittul 8 Kærur
Kapittul 9 Revsing og gildiskoma
Kapittul 1
Endamál og øki lógarinnar
§ 1. Endamál lógarinnar er við virknari kapping at fremja eina fulldygga sam-
felagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
Nr. 19 8. mai 2008
Løgtingslóg um marknaðarføring, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47
frá 12. mai 2015
Kapittul 1 Endamál og lógarøki
Kapittul 2 Almennar reglur um atferð á marknaðinum
Kapittul 3 Brúkaravernd
Kapittul 4 Reglur viðvíkjandi vinnurekandi
Kapittul 5 Rættarráð
Kapittul 6 Virksemið hjá Brúkaraumboðnum
Kapittul 7 Rættarsókn, forboð,álegging og endurgjald
Kapittul 8 Gildiskoma v.m.
Kapittul 1
Endamál og lógarøki
Góður marknaðarføringssiður
§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðar-
føringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Stk. 2. 1) Marknaðarføring, sum viðvíkur búskaparligu áhugamálunum hjá
brúkarunum, skal ikki kunna nýtast til týðiliga at avlaga teirra búskaparligu
atferð.
1...,262,263,264,265,266,267,268,269,270,271 273,274,275,276,277,278,279,280,281,282,...286
Powered by FlippingBook