Marknaðarlæra - page 273

Brúkaralóggáva
273
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eftirorð
Tann 29. oktober 1983 kemur ein margfaldaður bóklingur undan
kavi – umleið 50 síður í vavi í A4 stødd. Bóklingurin, ið hevur heitið
“Handil og söla” er helst ein tann fyrsta trilvandi royndin at savna
saman føroyskt handilsmál. Soleiðis varð skrivað í fororðinum:
Hesin bóklingur um grundleggjandi reglurnar fyri starvsfólk í handli er
úrslit av persónligum hugi og áhuga fyri hesari starvsgrein.
Lítið ískoyti og roynd at laga hesa lærugreinina “Handil og söla” eftir
föroyskum viðurskiftum í föroyskum málbúna.
Eina serliga tökk til Lars Jespersen og Esbern Zachariassen fyri hollan
stuðul, rættleiðing og leiðbeining.
Annað umfar í hesari tilgongd er í 1992, tá ið Føroya Skúlabóka-
grunnur gevur út bókina “Søla og tænasta”, ein læribók, ið ætlað er
FHS-næmingum í lærigreinini “Søla og tænasta”. Í árunum 2000 og
2001 verða margfaldaðar tvær útgávur eftir næmingatalinum í FHS.
Hesar báðar útgávur eru at kalla meinlíkar. Tær hava sum grundarlag
útgávuna frá 1992, men tilfarið er endurskoðað og heldur drúgvari. Nú
er bókaheitið broytt til “Marknaðarlæra” - tað sama sum lærigreinin.
Føroya Skúlabókagrunnur trínur framaftur á útgávupallin í 2002. Alt
tilfarið er endurskoðað og verður givið út í bók, og bókaheitið er nú
“Makarnaðarlæra” við undirheitinum “Søla og tænasta”. Lopið er nú
10 ár, og árið er 2012. Føroya Skúlabókagrunnur hevur broytt navn til
“Nám”. Fyribils seinasta umfarið í tilgongdini er, at nú ber til at lesa
tilfarið á
Loksins
Eg skal ikki dylja fyri, at henda drúgva gongdin hevur verið bæði
avbjóðandi og mennandi. Vón mín er, at tilfarið fer at gagna teimum,
ið hava áhuga fyri marknaðarviðurskiftum, sølu og tænastu. Rógvið
er fram á aftasta bókarblaðið og fari eg at takka fyri meg og takka
teimum, ið sýndu mær beinasemi og rættu mær hond. Allir teir mongu
næmingar og starvsfelagar í Føroya Handilsskúla frá 1975 til 2005,
tá ið eg gavst fyri aldur, eru ikki gloymdir. Mentamaðurin Rasmus
á Háskúlanum skrivar í formælinum í bókini “Sær er siður á landið”
hesi áhugaverdu orð:
Tá lívskorini og viðurskiftini broytast, kemur ein nýggj tíð. Henda
skiftan av tíðum verður ein táttur í mannasøguni. Mannasøgan hevur
mangar tættir.
á sumri 2016.
Annfinnur Zachariassen
1...,263,264,265,266,267,268,269,270,271,272 274,275,276,277,278,279,280,281,282,283,...286
Powered by FlippingBook