Marknaðarlæra - page 117

Vinnulívsgrundarlag
117
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eygleiðingarnar verða skrásettar og kunnu føra til nýggj spennandi
tiltøk og hugskot. Sama mannagongdin verður brúkt, tá ið handilsfólk
av og á kanna, hvussu kappingarneytar bera seg at í sínum handlum.
Er vøra boðin út og komin í handlarnar, er ikki so einfalt í bræði at
bøta ella broyta dygdina ella vørueginleikarnar. Tí er umráðandi fyri
virkið, at rímilig vissa fæst fyri, at fólk taka undir við vøruni, áðrenn
hon verður sett á handilshillarnar og spjadd víða.
Royndarmarknaður
Fyri sum mest at sleppa undan tílíkum iva, leita summi virki upp ein
avmarkaðan marknað í ávísum avmarkaðum økjum, til dømis býum,
handlum ella handilsketum. Royndirnar á royndarmarknaðinum gera
síðani av, um ábøtur eru neyðugar, og hvussu skal farast fram. Tað
er ikki óhugsandi, at Føroyar, eitt avmarkað og avbyrgt samfelag, í
onkrum føri kundi verið hóskandi royndarmarknaður.
Standardkanningar
Summar kanningar eru standardkanningar og eru skipaðar eftir
ávísum leisti. Tað er, at framferðarhættir og kanningarevni eru javn-
gjørd, og at kanningarnar verða gjørdar til dømis eina ferð um vikuna
ella hvønn 14. dag. Fleiri donsk virki gera tílíkar kanningar nevndar
omnibuskanningar. Eitt teirra er danski stovnurin A.I.M.
Tey virki, ið vilja vera við í tílíkum javngjørdum kanningum, senda
spurningarnar til A.I.M., sum krevur eitt ávíst fast gjald fyri hvønn
settan spurning. Virkini, ið eru við í kanningini, býta nú útreiðslurnar
lutfalsliga sínámillum.
Stovnurin Observa skipar fyri brúkarapallborði. Miðað verður eftir,
at pallborðið sum frægast umboðar danskar húsmøður. Umleið 2000
fólk eru við í pallborðinum, og á hvørjum ári verður á leið fimtingurin
valdur av nýggjum. Pallborðið boðar skrivliga frá úrslitinum eina ferð
um vikuna. Tey fólk, ið eru við í kanningini, skráseta egnar nýtslu-
og keypsvanar, hvaðani tey keypa, hvussu nógv og ofta. Tilfarið frá
Observa er grundarlagið undir frágreiðingini.
1...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,121,122,123,124,125,126,127,...286
Powered by FlippingBook