Marknaðarlæra - page 116

Vinnulívsgrundarlag
116
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Spurnarblað
Kanningarhátturin við spurnarbløðum verður brúktur av og á.
Spurnarbløðini verða vanliga send við posti til úrvaldar svargevar.
Úrvalsliðið, sum tilskilað frammanfyri, eigur sum frægast at umboða
og endurspegla heildarmarknaðin.
Svargevar kunnu soleiðis í frið og náðum svara spurningum. Undir
tílíkum umstøðum er umráðandi, at spurningarnir eru væl orðaðir og
illa kunnu verða misskiltir. Svargevi hevur heldur ikki møguleika at
verða rættleiddur, um hann ivast.
Tílíkur framferðarháttur er ikki so kostnaðarmikil, og flest allir svar-
gevar vita um vøruna og handilin. Vansin kann vera, at eingin vissa
er fyri, at svargevar eru álítandi og góð umboð fyri universið ella
heildarmarknaðin. Sama mannagongdin við svarseðlum sæst eisini
javnan í flogførum, hotellum og øðrum gistingarhúsum.
Viðtal um internet
Internetið er meira enn ta einu ferðina drigið fram og sett á
breddan í ymiskum høpi. Hesa ferðina verður nomið við tann vaksandi
týdningin, ið internetið hevur, tá ið talan er um viðtal í sambandi við
marknaðarkanningar.
Fyrimunurin er, at tílíkt viðtal er bæði skjótt og bíligt. Til dømis
bjóðar seg fram donsk kanningarstova, ið heldur seg til at greiða úr
hondum eina kappingarføra kanning um alnetið eftir 7 døgum. Tað
hevur eisini víst seg, at aftursvarini eru fleiri enn í mongum øðrum
kanningarhættum.
Men illa slepst undan vansum. Donsk tøl hava víst á, at atgongdin til
internetið kann vera avmarkað, og at tey, ið brúka alnetið mest, eru í
góðum árum og væl útbúgvin. Fólkatalsfrøðiligi veruleikin kann so-
leiðis avmarka sannleiksvirðið av einari kanning, um farið verður út
um nevnda samfelagsbólk. Men tó so, hesin vansin fær minni at týða
so við ogvið, sum internetið fer víðari um.
Annar vansi er, at summi fólk kenna seg ótrygg, skulu tey lata
persónligar upplýsingar frá sær. Tó so, samanumtikið verður spátt,
ræður um marknaðarkanningar, at internetið sum frá líður vinnur á
øðrum miðlum.
Eygleiðingar
Hesin kanningarháttur vísir til, at viðskiftafólk og keypsatferð
teirra verður eygleidd í handlinum. Eingir spurningar verða settir í
kanningini, ið ofta snýr seg um innrætting, skelti og vørusýningar.
Eygleitt verður, hvussu summar sýningar elva til forvitni og aðrar
ikki.
1...,106,107,108,109,110,111,112,113,114,115 117,118,119,120,121,122,123,124,125,126,...286
Powered by FlippingBook