Vinnulívsgrundarlag
113
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Seljarar í virkinum hava nógv samband við viðskiftafólk, beinleiðis
og óbeinleiðis, og teir vita tí nógv um tað, ið fólk vilja hava. Vilja
keyparar klaga um eitthvørt ella finnast at, so eru seljarar sum oftast
fyrstir at frætta. Tann vitan, ið teir hava, er sostatt sera virðismikil
fyri virkið.
Leiðslan veit sjálvsagt um hesi viðurskifti, og tí krevja nógv virki av
seljarum sínum, at teir skrivliga og dagliga boða sølustjóranum frá
arbeiðsdegnum. Sølustjórin fær soleiðis innlit í tað, sum hendir á víg-
vøllinum, tá ið seljarar hitta viðskiftafólk.
Alsamt fleiri virki skráseta nú upplýsingar um hvønn einstakan
keypara í dátugrunn, til dømis hvat og hvussu nógv hvør einstakur
keypir, og nær hann keypti seinast. Virkið kann eisini skráseta í
grunnin upplýsingartilfar um kappingarneytar, hvørjir teir eru, og
hvat teir gera.
ll
Upplýsingartilfar innanhýsis er øll tann kunning, ið er fyri hond í virkinum.
Upplýsingartilfar uttanhýsis
Kunningin um keyparar og kappingarneytar er ikki altíð nóg víðfevnd
í virkinum, og tí kann gerast neyðugt, at virkið útvegar ella keypir
kunnandi tilfar uttanhýsis. Tílíkt tilfar er ikki ætlað einum ávísum
endamáli, men er tøkt í nógvum yvirlitum, til dømis í fakbløðum,
handilskalendarum, hagtalsfrásøgnum, tíðarritum og dátugrunnum.
Lítið er at ivast í, at alnetið er tann fremsti kunningar- og vitanarberi í
nýggjari tíð og er komið nógv í staðin fyri aðrar miðlar.
Viðhvørt noyðist virki kortini at fáa til vega upplýsingar, ið ikki eru
tøkar frammanundan. Summi virki kanna sjálv, meðan onnur heita á
serkøn fólk ella virki at fáa tey at gera kanningararbeiði. Slíkar kann-
ingar kunnu kosta nógv og eru mangan tíðarkrevjandi og samansettar.
ll
Upplýsingartilfar uttanhýsis er tilfar, sum virki annaðhvørt keypir ella sjálvt
útvegar úr umheiminum.
Grundarlagið undir tílíkari kanning er, at virkið eygleiðir og kannar
marknaðin og spyr verandi og væntandi viðskiftafólk, hvat tey
halda um ætlaða tiltakið. Tilfarið, ið soleiðis fæst til vega kann fara í
tvíningar nevndir høvuðsdáta og undirdáta.
Høvuðsdáta og undirdáta
Stundum gerst neyðugt, at virkið útvegar dáta ella upplýsandi tilfar,
ið er ætlað til at varpa ljós á og loysa ein ávísan trupulleika ella eina
ítøkiliga støðu. Hesar upplýsingar ganga undir heitinum høvuðsdáta,
sum kunnu verða lýst soleiðis: