Vinnulívsgrundarlag
106
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hugsjón
Verða fólk spurd um, hvønn týdning tey leggja í hugtakið hugsjón,
so er lítil ivi um, at tey allarflestu í huganum ímynda sær eina frálíka
og gagnliga framtíðarstøðu. Kanska dreymakenda framtíðarsjón, sum
ber av øllum.
Oyggjalandið Føroyar hevur í Visión sett sær fyri, at føroyingar
í framtíðini búgva í heimsins besta landi. Málsetningurin, hvussu vit
ítøkiliga bera okkum at og koma hagar, og hvør politikkurin skal
verða, er ikki enn rættiliga komið undan kavi og fram í ljósið. Felagið
Føroya Tele, ið framvegis er ogn Føroya fólks, hevur haraftur ímóti
sína egnu og ikki sørt ósmædnu hugsjón, og tað er hugaligt:
Føroya Tele og framtíðin
Føroya Tele vil vera nýskapandi og slóðbrótandi í arbeiðinum at
menna Føroyar sum kt-samfelag. Hugsjón okkara er, at vit eru fremst
í framburðinum, bæði sum fyritøka og sum fyrimynd. Tá ið vit
marknaðarføra okkum, brúka vit slagorðið: Skapið framtíðina saman
við okkum.
Vit eru starvsfólk, ið vilja skapa virði fyri kundan, samfelagið, eigaran
og okkum sjálv. Og vit eru errin av at arbeiða á Føroya Tele. Her er
stuttligt at vera og virka. Vit eru fegin um at geva kundunum góðar
upplivingar. Tá ið vit arbeiða, eru vit árvakin og miðvís. Vit duga og
tora at spæla, tí vit vita, at vit varðveita málið í eygsjón. Vit leggja dent
á at loysa uppgávur, og vit skifta lættliga millum arbeiðsøki og størv
í fyritøkuni.
Okkara stødd ger, at vit hava ábyrgd av kt-menningini í Føroyum.
Hesi avbjóðingini taka vit fegin við, tí vit vilja vera kt-álitið í
samfelagnum. Vit virka í einum tøkniligum broytiligum umhvørvi,
og bert við at nýta alt tilfeingi í fyritøkuni megna vit at tillaga okkum,
tá ið kappingarligu viðurskiftini broytast. Vit eru eisini altjóða virkin.
Eitt av aðalmálum okkara er at verða heimsins besti smálandaveitari.
Vit samanbera okkum við bestu fyritøkurnar í heiminum.
Vit leggja dent á at menna eitt størri vøru- og tænastuútboð, ið gagnar
fleiri kundum. Soleiðis tryggja vit okkum nýggjar inntøkur, og at vit
framhaldandi eru kappingarfør. Vit dubba okkum fíggjarliga, so vit
framhaldandi megna at menna fyritøkuna og umhvørvið. Hetta gera
vit m.a. við at økja inntøkugrundarlagið og tálma útreiðslunum.
Vit laga mannagongdir og bygnað til menningina. Fyri at varðveita
marknað skulu vit støðugt stytta tíðarskeiðið frá hugskoti til sølu. Vit
bjóða nýggja vøru og tænastu á verandi marknaði og menna nýggjan
marknað til verandi útboð.