Vinnulívsgrundarlag
99
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Góðar og ringar tíðir
Hava fólk eitt áramál verið bjartskygd, tí at búskapargongdin var til
vildar, kann væl hugsast, at tey fara at spara saman til lakari tíðir.
Ræður hetta rákið, so verður minni keypt, tí at tann peningur, ið eftir
er aftaná skatt og aðrar rakstrarútreiðslur, fer heldur til uppsparing
enn til nýtslu.
Tílíkar umstøður hava so aftur við sær, at eftirspurningurin í sam-
felagnum sum heild minkar, og virkini fáa tí minni at gera, selja minni
og noyðast at siga fólki úr starvi. Slíkar umstøður kunnu hava við sær
ógvusligar og óhepnar avleiðingar fyri samfelagið og borgarar tess.
Føroyingar upplivdu tílíkar krepputíðir í fyrru helvt av 1990-árunum,
og aftur í 2009 sá ikki mætari út, enn at allur heimurin var komin í
svára búskaparkreppu.
Men ringar tíðir kunnu gerast góðar, tá ið bjartskygni vinnur á svart-
skygni. Summi fólk fara at brúka av uppspardum peningi, og onnur
taka lán til nýtslu. Soleiðis veksur nýtslan í samfelagnum, virkini gera
íløgur, selja meira, og mugu tí seta fólk í starv.
Harumframt kann tað almenna seta í verk ymiskar búskaparligar
javnarar, til dømis lækka skatt og avgjøld, fáa fleiri hendur til verka
og soleiðis vaksa um virksemið í samfelagnum.
• Eitt hugsað dømi.
l
Príslagsbroytingar og rákgongd
1960
1980
2000
Tíð
Búskaparligt
virksemi
= Rákgongd
= Príslagsbroytingar
Tílík tiltøk og búskaparligir javnarar kunnu líðandi elva til økt bjart-
skygni og góðar tíðir. Tað kemur neyvan óvart á nakran, at bjart-
skygni og góðar tíðir umboða hákonjunktur, meðan svartskygni og
ringar tíðir umboða lágkonjunktur.