Vinnulívsgrundarlag
95
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Virki, ið hava um hendur samskiftistænastur, eru til dømis útvarp og
sjónvarp, postverk og telefonverk, dagbløð og vikubløð, umframt al-
netið, ið er tann heilt stóri samskiftismiðilin. Undir almennari fyri-
siting eru til dømis undirvísing og sjúkrahús. Hesar seinast nevndu
tænastur verða vanliga ikki marknaðarførdar.
Vinnurekandi í fríari vinnu
Vinnurekandi í fríari vinnu eru sum oftast sjálvstøðug, og er vinnan
sermerkt, tí hon fæst lítið við tilfarsligar lutir. Virkini eru javnan av
slíkum slag, at tey, ið standa fyri, hava drúgva ástøðiliga útbúgving.
Tannlæknar og grannskoðarar, advokatar og læknar eru í fríari vinnu.
Onnur virki, ið verða skrásett sum tænastuvirki, eru til dømis stutt-
leikavinnan, gistingarhús, hárfríðkanarstovur og matstovur. Hesar
vinnur eru eyðkendar, av tí at skiftisskipanin er beinleiðis frá virki
til brúkara. Øll skipanin verður gjøllari umrødd í brotinum: Skiftis-
skipan og skiftisrøð.
Umframt nevndu triðjalagsvinnur eru aðrar sera týðandi vinnur, ið
umsita pening, keypa og selja pening og handla við virðisbrøvum og
tryggingum. Sjálvsagt verður talað um peningastovnar, tryggingar-
feløg, keypsskálar og aðrar virðisbrævamarknaðir og lánistovnar.
Kunningartøkni ella KT-vinnan er nógv frammi og verður dúgliga
umrødd í hesum tíðum. Skúlar, privat og alment virksemi royna at
brynja seg til avbjóðingarnar, bæði tær, sum eru, og tær, sum vænt-
andi koma. Leiðorðið er kunningartøkni. Eyðsýnt er, at virki, ið takast
við kunningartøkni, eru í tænastuvinnuni.
Vinnulívsgrundarlag
Samanumtikið er vinnulívsgrundarlagið ella virkisgrundarlagið tann
eftirspurningur og tørvur, ið er á marknaðinum eftir tænastum og
vørum. Virkini hava til endamáls at útvega og selja tær tænastur og
vørur, sum kunnu nøkta tørv og eftirspurning á skilagóðan hátt.
Virkini mugu tí vita um tað, ið nýtarar og onnur virki skulu brúka og
vilja hava. Slík viðurskifti hava millum annað við sær rættiliga nógv
handilsligt samskifti, og tað fremur harumframt eitt neyvari samband
ímillum keypara og seljara.
Hesar umstøður standa kortini ikki einsamallar, tí at summi árin koma
uttaneftir frá samfelagnum, og hvørki keyparar og tíansheldur seljarar
kunnu ávirka og broyta tey. Verður tikið samanum, ber til at siga, at
grundarlagið á marknaðinum, ið ræður fyri eftirspurninginum, kann
í stuttum verða lýst í trimum tættum: Keyparar í fyrsta lagi, seljarar í
øðrum lagi og samfelag í triðja lagi.