Marknaðarlæra - page 98

Vinnulívsgrundarlag
98
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Upp undir høgtíðirnar, til dømis til jóla og ólavsøku, verður meira
keypt enn vanligt. Tá ið fólk fáa løn og almennar veitingar verður
vanliga roknað sum sesong, ið tekur seg upp regluliga aftur og aftur.
Handlarnir vita, sum er, og royna at draga sær gagn úr hesum. Tað
sæst væl, tá ið postkassarnir og postsmogurnar fyllast við reklamum
og øðrum tilboðsbløðum.
Tíðarbundnu sveiggini gagna sjálvsagt handlum og virkjum. Men
vansar eru, tí ikki er sum at siga tað at laga arbeiðsmegi, vørugoymslu
og vørugerð til størri eftirspurning. Handlarnir kýta seg við tilboðum
og øðrum søluátøkum at javna og toyggja sveiggini.
Virkini og handlarnir royna við afturvendandi tiltøkum at minna á
minnisdagar við tí endamáli at vinna sær serstøðu í huga keypara.
Peningastovnarnir vilja gjarna hava børnini í sín part og kappast um
teirra vælvild. Teir vita, sum er, at ungur nemur gamal fremur.
Sesong og sølubýti í prosentum í danskari bókasølu
jan. feb. mar.
apr.
mai
juni
juli
aug.
sep.
okt.
nov.
des.
tils.
Bøkur
6,0 7,8 5,5 6,0 5,5 7,8 5,2 6,5 7,9 6,3 8,8 26,7 100
Skrivstovulutir
o.t.
9,2 6,7 7,0 8,1 5,9 6,4 5,7 10,5 7,3 7,3 10,3 15,6 100
Almennar
latingar
11,5 4,9 9,0 10,9 8,1 15,6 10,9 3,7 8,0 6,2 5,3 5,9 100
Samanlagt
8,7 6,7 7,0 8,0 6,1 8,5 6,5 8,1 7,5 6,8 9,0 17,1 100
Sesong er tíðarbundið sveiggj, ið tekur seg upp aftur og aftur, og meira
enn vanligt verður selt hesa tíðina.
Príslag og príslagsbroytingar
Príslagið er tann búskaparstøðan, ið er, og príslagsbroytingarnar
sipa til, at búskaparliga gongdin í samfelagnum er skiftandi, tí at
kinkur kemur í gongdina av og á. Skiftandi umstøðurnar verða eisini
nevndar konjunkturur ella marknaðarsveip. Viðhvørt eru góðar tíðir,
og viðhvørt eru ringar tíðir. Broytingarnar kunnu standa við stutt ella
leingi, millum 5 og 10 ár er ikki óvanligt.
Grundirnar til, at tílíkar búskaparligar skiftingar stinga seg upp, eru
ikki heilt greiðar. Sum heild eru fólk kortini samd um, at summar
broytingar eru grundaðar á tað, sum borgarar í samfelagnum vænta
sær av framtíðini.
1...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...286
Powered by FlippingBook