Marknaðarlæra - page 93

Vinnulívsgrundarlag
93
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vinnur og vinnugreinir
Frammanfyri, um Føroya ídnaðarsøgu, varð nevnt, at landbúnaður
heilt fram til seint í 19. øld var týdningarmesta fyrstalagsvinnan í
Føroyum. Stóra broytingin hesa tíðina er, at eisini skipsfiskiskapur
gerst høvuðsvinna, og fyrstalagsvinnurnar verða soleiðis tvær.
Tríggjar høvuðsvinnur
Vinnan verður flokkað í framleiðsluvinnu, ið fer í tvíningar, og so
tænastuvinnuna. Til dømis verður fiskur fingin til vega í fyrstalags-
vinnuni, eisini nevnd tilfeingisvinna, og í annaðlagsvinnuni verður
fiskurin virkaður til fjølbroyttar fiskaúrdráttir. Tá ið hann verður seldur
øðrum, tá eru vit stødd í triðjalagsvinnuni, ið eisini verður nevnd
tænastuvinnan.
Will
Vinnur og vinnugreinir
• Handil
• Flutningur
• Fyrisiting
• Frí vinna
• Tænastuvirki
• Peningastovnar o.a.
• Ídnaður
• Handverk
• Byggivirksemi
• Landbúnaður
• Sjóbúnaður
• Fiskiskapur
• Námsvinna
• Kolvetni
Fyrstalagsvinna
Framleiðsluvinnan
Vinnurnar
Tænastuvinnan
Annaðlagsvinna
Triðjalagsvinna
Mjólkarvirki Búnaðarmanna
Eitt lítið legg úr ástøðini og út á marknaðin kann seta navn á vinnur
og marknaðir og eisini varpa ljós á lutafelagið Mjólkarvirki Búnaðar-
manna. Virkið hevur handilsliga serstøðu, er einasti føroyski mjólkar-
framleiðarin og hevur soleiðis serstaka ábyrgd av, at mjólkin kemur til
høldar og gagnar evsta brúkara.
Verður endamál mjólkarvirkisins sett fram, er greitt, at lutafelagið
MBM hevur fleiri áhugamál at røkja. Bøndurnir eiga sum kunnugt
mjólkarvirkið, sum útvegar mjólkina á føroyska marknaðinum.
Endamálsorðingin endurspeglar væl eigaraviðurskiftini, á sama hátt
sum ein og hvør eigari setir síni fingramerki á tað, sum hann eigur.
1...,83,84,85,86,87,88,89,90,91,92 94,95,96,97,98,99,100,101,102,103,...286
Powered by FlippingBook