Vinnulívsgrundarlag
101
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Virkishugskot, mál og politikkur
Eitt og hvørt virki var av fyrstantíð stovnað, tí at onkur stigtakari helt,
at marknaðinum tørvaði eina vøru ella tænastu, og at peningur kundi
vinnast burtur úr hesum.
Heldur einfalt sagt, so fatar hugskotið um tað, sum virkið ætlar sær at
útvega so ella so og selja og soleiðis nøkta ein verandi ella væntandi
tørv, og hvussu tað skal verða framt. Uppfinning ella áður ókendur
møguleiki kann eisini elva til hugskot og skapa vónir um øðrvísi at
nøkta einhvønn tørv og eftirspurning.
Tað, sum stuðlar upp undir nýtt virksemi, er sannføringin um, at hug-
skotið er skilagott og burðardygt. Veruleikin og veikleikin á hesum
stigi kunnu verða, at hugskotið sampakkar ikki altíð við tað, sum
væntandi nýtarar og keyparar halda og hugsa og vilja gjalda fyri.
Kanska var tíðin ikki búgvin, umstøðurnar ólagaligar ella var kanska
onkur annar snávingarsteinur á leiðini.
Donsk kanning um nýstovnað donsk virki avdúkar, at tá ið fimm ár
vóru liðin, var helvtin av virkjunum ikki til longur. Hagtøl eru, ið vilja
vera við, at hvørja ferð 100 vørusløg koma á marknaðin, verða bara
millum 5 og 10 verandi. At váðin vinnur, hevur í hesum samanhangi
umfatandi avmarkingar.
Hugskotið lýsir í stuttum tað, sum virkið ætlar sær at selja ætlandi
keyparum, og hvussu tað skal verða framt.
Tilverugrundarlag
Tilverugrundarlagið hja einum og hvørjum virki verður tískil, at
hugskotið er burðardygt, og at onkur brúkar vørur og tænastur, sum
virkið kann lata og selja við vinningi.
Viðmerkjast skal, at ávísur munur er á privatum og almennum virk-
semi. Privata virksemið miðar eftir at fáa avlop til tey, sum eiga.
Meginregla í almennum virksemi er grundað á politiskar avgerðir og
samfelagslig atlit heldur enn avlop.
Fyri sum mest at gera óvissuna minni um tað, sum virkið ætlar sær at
gera, er alneyðugt at neyvlýsa hugskotsgrundarlagið og evna til eina
endamálsorðing, við øðrum orðum sagt eitt hugskot. Tað er at gera
sær greitt, at alt virksemi er ikki líka lønandi. Neyðugt er áhaldandi at
gera arbeiðsumstøður og onnur viðkomandi viðurskifti høgligari, og
framhaldandi kunna manningina í virkinum og onnur avvarðandi um
tað, sum virkið umboðar og svarar fyri.