Marknaðarlæra - page 102

Vinnulívsgrundarlag
102
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
ll
Hugskotið eigur at lýsa
• Hvørji viðskiftafólkini eru?
• Hvat virkið umboðar?
• Hvønn tørv, ið virkið ætlar at nøkta?
• Hvussu virkið ætlar at nøkta henda tørv?
Hugskotsgrundarlag ella handilsgrundarlag
Hugskotið er, sum tilskilað, grundarlagið undir virkseminum í virki-
num. Er grundin ikki nóg trygg, verður úrslitið hareftir. Spurningurin
verður tí, hvussu virki, áðrenn tað fer til verka, kemur fram til burðar-
dygt hugskot.
Vanlig mannagongd er at gera eina støðugreining, nevnd SWOT
kanning, ið hevur til endamáls at kanna eftir og avdúka sterkar
og veikar liðir innanvirkis, møguleikar og hóttanir uttanvirkis.
Kanningarúrslitið er hugskots- ella handilsgrundarlagið, sum tað
endaliga hugskotið verður bygt ella grundað á.
Orðið ella navnið SWOT sipar til ensku orðini strength, weakness,
opportunity og threat drigin saman: styrki, veikleiki, møguleiki og
hóttan. Styttingin SOFT (Strengths, Opportunities, Faults, Threats)
við at kalla somu merking sum SWOT sæst eisini í eingilskum
frøðimáli.
ll
Hugskotsgrundarlagið fatar um sterkar og veikar liðir innanvirkis, møgu-
leikar og hóttanir uttanvirkis.
ll
Hugskotsgrundarlag sambært kanningarúrsliti
• Strengths
• Weaknesses • Opportunities • Threats
Støðan innanvirkis
Støðan uttanvirkis
Møguleikar
Sterkir liðir
S
O
W
T
Hóttanir
Veikir liðir
1...,92,93,94,95,96,97,98,99,100,101 103,104,105,106,107,108,109,110,111,112,...286
Powered by FlippingBook