Marknaðarlæra - page 110

Vinnulívsgrundarlag
110
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Konseptið er ikki fullfíggjað
Konseptið er ikki fullfígjað, tí summi mál eru ónevnd, og onnur eru
óviðgjørd, eitt nú mál, ið viðgera búskapin, arbeiðstíðir, útbúgving og
annað. Men dømið er kortini eitt skilagott arbeiðsskjal og væl nýtiligt
í dagliga virkseminum.
Tað hevur stóran týdning, at starvsfólkini draga eina og somu línu
og verða kunnaði um arbeiðsskjalið og tann virkisprofilin, ið virki
vil hava. Nógv talar fyri, at væl lýst konsept á øllum týðandi økjum
munar væl í kappingini.
Profilur og profilering
Konsept er umrøtt sum fleirtýtt hugtak. Tað sama kann verða sagt
um hugtakið profilur, sum kann vera vangamynd av fólki ella tvør-
skurðarmynd av húsum. Politiskur flokkur kann til dømis profilera
seg á ymiskan hátt, ganga stillisliga um hurðarnar í einum máli, men
tað øvuta í øðrum málum. Og summir einstaklingar gera vart við
seg við klæðum og útsjónd, aðrir við atferð, málburði og marglæti.
Soleiðis flagga teir sín profil til umheimin á ymiskan hátt.
Men eisini í handilslívinum liva fyribrigdini profilur og profilering
sítt góða og fríska lív. Fyribrigdið verður í handilsligum samanhangi
tíðum sett í samband við ta fatan, ið fólk hava av virki, vøru og merki.
Coca Cola hevur sín egna profil, tað sama sum Pepsi og Jolly hava
hvør sín. Mazda hevur sín profil, tað sama sum Ford og BMW hava
hvør sín profil.
Umrødda konseptið í lágpríshandlinum gevur heilt greiðar ábendingar
um tað, sum handilin umboðar og stendur fyri. Er eisini munandi
grundarlag í sjálvari profileringini, ið skal fremja tann profilin, ið
leiðslan vil hava onnur at hava.
Tá ið keyparin kemur á gátt, skal hann ikki ivast í, at tað er ein lág-
príshandil, ið selur tær og tær vørur og tey og tey merki. Endamálið
er, at handilin mennist so við og við og fær sín serstaka profil. Saman-
umtikið kann verða sagt um profil og profilering:
ll
Profilering er at geva umheiminum eina ávísa fatan av egnum vørum og
merkjum, og soleiðis fáa fram tann profilin, ið virkið ætlar.
Skarplig vangamynd
Skarplig vangamynd av handlinum ella virkinum hevur við sær, at
fólk, tá ið tey samanbera við kappingarneytar, varnast og kennast
við virki, vøru og merki. Júst tað er endamálið. Tað stendur ikki á at
spjaða slík tíðindi á alnetinum.
1...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...286
Powered by FlippingBook