Vinnulívsgrundarlag
112
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Allýsingin vísir á, at kanningin skal vera miðvís og saklig. Tað
sipar til, at teir spurningar, ið settir verða í kanningini, eru umráðandi
og umhugsaðir, og at tey fólk, ið spurd verða, ofta eru úrvald eftir
skipaðum leisti.
Tað, sum býr undir fyrsta spurninginum, hvat skal verða kannað
og hví, er, at virkið ger sær púra greitt endamálið við kanningini.
Spurningurin um, hvussu víðfevnd kanningin skal vera, kann til
dømis sipa til kanningarháttin, hvussu nógv fólk verða spurd, hvørji
tey eru, og hvussu víða verður farið í kanningini.
Kanningarleistur
• Hvat skal vera kannað og hví?
• Hvussu víðfevnd skal kanningin verða?
• Hvussu skal tilfarið verða útvegað?
• Hvussu skal tilfarið verða gjørt og viðgjørt?
ll
Marknaðarkanning er miðvíst og sakliga at kanna viðurskifti á marknaði-
num og hevur til endamáls at útvega upplýsingar, ið kunnu loysa ivamál
og ráðgeva um ætlað marknaðartiltak.
Kunningarkeldur
Hevur virkið gjørt av at kanna marknaðin, verður tikin støða til,
hvussu tilfarið skal verða útvegað, og hvørjar kunningarkeldur skulu
verða troyttar.
Nógvar keldur eru at oysa úr, og upplýsingartilfar kann fáast til vega
á ymiskan hátt, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Viðhvørt er tilfarið
ókeypis og lætt at koma framat, viðhvørt er neyðugt at biðja serkøn
fólk ella virki útvega upplýsingar, ið sjálvsagt ikki eru ókeypis.
Upplýsingartilfar innanhýsis
Nógvar viðkomandi upplýsingar kunnu vera tøkar í sjálvum virkinum.
Upprunaliga er tilfarið ikki ætlað marknaðarátaki, men av tí at kann-
ingar kunnu kosta nógv, verður vanliga kannað eftir, um upplýsingar
eru, ið kunnu verða brúktar til endamálið.
Er nóg mikið av kunning innanhýsis, so slepst undan at kanna
marknaðin. Roknskapardeildin og søludeildin eru sum oftast tær, ið
viðgera og skráseta viðkomandi upplýsingar. Í roknskapardeildini eru
upplýsingar um sølu og kostnað. Fellur sølan, er grund fyri gjøllari at
kanna eftir, hvør atvoldin er til lakari sølu. Søluhagtølini kunnu eisini
benda á, um onkur deildin í virkinum svíkur, ella viðskiftafólk svíkja
onkran vøruflokk.