Brúkaraviðurskifti
85
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypsgerðin á virkismarknaði
Nomið er við keypsorsakirnar á nýtaramarknaðinum, har tær kenslu-
bornu orsakirnar javnan gera munin í keypsavgerðini. Men á virkis-
marknaðinum er øðrvísi, tí har ger skynsemi sum oftast meira um seg
enn kenslurnar. Tey fýra stigini í keypsavgerðini eru annars tey somu
á báðum marknaðum. Keypsflokkarnir eru tríggir, men teir eru ikki
heilt teir somu sum á nýtaramarknaðinum.
Leisturin í keypsgerðini kann nú verða settur upp í fýra stig á sama
hátt sum á nýtaramarknaðinum. Mannagongdin ella leisturin er sam-
stundis ein gjøllig meting av tí, sum í hvørjum einstøkum føri tænir
virkseminum og virkinum á skilabesta hátt:
Almenna keypsavgerðin:
Málsetningur og niðurstøður verða settar upp.
Ítøkiliga keypsavgerðin:
Útvega upplýsingar og vitan um aðrar møguleikar.
ill
Úrvalsavgerðin:
Gagnmeta valmøguleikarnar.
ill
Tøkniliga keypstænastan:
Velja skilabestu loysnina, ið gagnar endamálinum.
Nýkeyp og handahóvskeyp
Tá ið ræður um nýkeyp, verður allur serkunnleikin í virkinum tikin
upp á ráð, tí at vørukunnleikin í nýkeypi er sum oftast rættiliga av-
markaður. Eitt sindur einfalt kann verða sagt, at tess meira vit vita um
vøruna, tess minni er neyðugt at kanna. Ræður um handahóvskeyp, er
øll neyðug vitan um vøruna tøk, og keypsavgerðin verður sostatt sam-
svarandi einføld og krevur ikki stórvegis kanningar frammanundan.