Marknaðarlæra - page 82

Brúkaraviðurskifti
82
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Ætlað keyp og tilætlað bráðkeyp
Nú fert tú at keypa. Tú hevur ein keypsseðil við tær, ið tilskilar, hvat
tú skalt keypa: Tetley te, AB mjólk, Vita margarin og myrkt rugbreyð,
og kaffi skal vera av slagnum Karat. Hetta er ætlað keyp.
Á keypsseðlinum verður eisini mint á “okkurt aftur við einum
drekkamunni”, men einki verður sagt um, hvat tað skal vera. Nú ræður
tilvildin meira og minni, og tú skimast og sóknast í handlinum og gert
av at keypa grønar keks og sjokulátufingrar av merkinum Cadbury.
Hetta er tilætlað bráðkeyp.
Ámint keyp og bráðkeyp burturav
Meðan tú reikar um í handlinum, kemur tú millum annað fram á
Gillette rakibløð, Colgate tannkrem og Osram ljósperur. Vørusýningin
í handlinum hevur soleiðis mint teg á eitthvørt, tær tørvar. Eyðvitað
er tað eisini skylda seljarans at vera nærlagdur og minna á tað, sum tú
kanska saknar. Hetta er ámint keyp.
Tú stendur við kassan og bíðar, og har er alskins góðgæti við hondina,
og tú keypir ein pakka av kongabomm. Eisini dagbløð, vikubløð og
tíðarrit eru í nánd. Nú sært tú, at eitt nýtt tíðarrit um bilar stendur á
hillini, og tað keypir tú uttan himpr, tí tær dámar væl at lesa um bilar.
Hetta er bráðkeyp burturav.
Nógvar keypsavgerðir verða tiknar í handlinum
Kanningar í donskum stórhandlum vilja vera við, at á leið 30% av
øllum keyparum hava frammanundan tikið støðu til tað, sum teir
keypa. Við øðrum orðum sagt, hava á leið 70% av keyparunum ikki
heilt gjørt av vøruslagið og vørumerkið, ið teir fara at keypa. Nógvar
keypsavgerðir verða sostatt tiknar í handlinum.
Tað forðar kortini ikki fyri, at til dømis tey, ið eru fíggjarliga væl
fyri, kunnu hava eina aðra keypsatferð enn fólk flest. Vørukeyp, ið er
umráðingarkeyp hjá summum, kann tí saktans vera bráðkeyp hjá
øðrum.
Handilsvinnan kannar javnan, hvussu viðskiftafólk bera seg at í
handlinum, hvussu tey tykjast at trívast og keypa eina vøru fram um
aðra. Neyvan er ov nógv gjørt av, at handilsfólk vita ofta meira um
keypsatferðina, enn keyparin sjálvur veit og gevur sær far um.
Sannroynd er, at hugurin at keypa er aloftast størri, enn peningur
er tøkur til. Neyðugt er tí í keypsgerðini at taka ávísar avgerðir og
soleiðis koma fram til eina endaliga niðurstøðu. Grundarlagið verður
lagt í almennu keypsavgerðini eftir keypsorkuni ella tí peningi, ið tú
ræður yvir. Keypsavgerðir greinaðar í fýra bólkum.
1...,72,73,74,75,76,77,78,79,80,81 83,84,85,86,87,88,89,90,91,92,...286
Powered by FlippingBook