Marknaðarlæra - page 83

Brúkaraviðurskifti
83
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Will
Keypsavgerðir
• Almenn
avgerð
• Ítøkilig
avgerð
• Úrvals
avgerð
• Tøknilig
avgerð
• Ásurin ímyndar stigvísu keypsavgerðina.
Almenna keypsavgerðin
Fastar útreiðslur eru til dømis skattur, húsaleiga, telefon, ljós og
hiti. Tá ið hvør áognari hevur fingið sítt, og føstu útreiðslurnar
eru goldnar, sæst, hvussu nógvur peningur er tøkur til húshald.
Leypur peningur av, skal hann verða settur á bók ella verða brúktur
til onnur endamál. Almenna keypsavgerðin er tikin, tá ið húskið ger
av at keypa fyri avlopspeningin.
Virki lýsa javnan við fyrimunum, ið teirra vøra hevur, og bjóða
keyparum sínum til dømis lagaliga fígging umframt aðrar sømdir.
Verður tikið av tílíkum tilboði, so kann tað ávirka almennu- og
ítøkiligu keypsavgerðina. Fær kanska onkran at keypa meira enn
ætlað, onkran annan at keypa annað enn upprunaliga ætlað.
Ítøkiliga keypsavgerðin
Næsta stigið í avgerðini er ítøkiliga keypsavgerðin. Tilvildarligt húski
kann á hesum stigi vera dømi um eina hugsaða mannagongd. Mamma,
pápi og seytjan ára gamli sonur teirra eru í húsinum. Húskið skal nú
taka støðu til, hvussu eitt ávíst avlop skal verða brúkt. Tey viðgera og
skifta orð um, hvør skilabesta loysnin er.
Mamman kundi hugsað sær ein annan miksara, sonurin nýggja far-
telefon og pápin ein nýggjan frakka. Ein frægari telda hevur eisini
verið umrødd. Nakað av kjaki stendst av hesum, men tey verða samd
um at keypa nýggja teldu. Ítøkiliga keypsavgerðin er soleiðis avgreidd,
og vit verða flutt í úrvalsavgerðina tað triðja stigið í keypsavgerðini.
Úrvalsavgerðin
Á hesum stigi verður tikin støða til, hvør telda skal verða keypt. Úr-
valið er fjølbroytt, og nú verður lyft og lætt, og møguleikar verða
kannaðir. Pápin ringir til úrvaldar handlar, biður teir senda sær prísir
og upplýsandi tilfar og fer inn á gólvið hjá øðrum at fregnast.
Faldarar og annað útvegað og umbiðið tilfar ráðgevur nú í avgerðini
um merkið, garanti, snið, prís, og hvar frægast er at keypa. Handlar og
virki royna á hesum stigi av øllum alvi at ávirka væntandi keyparar
við fjølbroyttum sølutiltøkum. Hetta er úrvalsavgerðin.
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...286
Powered by FlippingBook