Marknaðarlæra - page 76

Brúkaraviðurskifti
76
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Kvæði, sálmar og sangir hava í øldir verið týðandi í andaliga og
verðsliga lívi føroyinga. Rasmus Effersøe (1858 – 1916) yrkti fólka-
ognina “So vakrar moyggjar”. Hann kvøður í seinasta ørindi soleiðis:
Will
Brot úr ”So vakrar moyggjar”
Í øðrum londum teir gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast evja,
”týskar klumpar” og ”franska sós”
og mangt og hvat tey saman vevja.
Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
gev mær bara tvøst og spik og seið,
gásin væl gødd
og seyðarhøvd,
tað er tann kostur, ið mær dámar.
Væl sæst, hvørjar sømdir, ið náttúran veitir, og hvussu vanin bítur.
Yrkjarin hevur ivaleyst grein í sínum máli, tá ið hann speiliga yrkir
um týskar klumpar og franska sós. Tað er ikki heilt burturvið at halda
tað sama í dag.
Danskar kanningar vísa á, at bæði líkt, men eisini ólíkt er latið í
lidnar mat- og drekkavørur. So mikið meira harmiligt er, at føroyskar
kanningar hava staðfest, at tað kann vera heilsuskaðiligt at eta grind
og spik. Og sum steinur omaná byrðu, so herðist ágangurin ímóti
grindadrápi uttanífrá.
Nøkur brot úr Føroya søgu eftir Petur M. Rasmussen og Hanus A.
Samuelsen kunnu varpa ljós á týðandi broytingar, ið nýtsluvanum
hava verið fyri í gamlari tíð.
Will
Nýtsluvanar í farnari tíð
Í tí gamla samfelagnum var húsarhaldið so, at hvørt heim mátti klára
seg við tí, ið vinnast kundi á staðnum, tað var tað mest neyðturviliga av
øðrum, ið keypt varð úr handlinum. Ikki fyrr enn fólk fingu meira pening
um hendur, broyttist hetta.
Døgurðamatur fekst fyri tað mesta av sjónum av fiski og grind. Av kjøt-
mati var meira og minni, eftir sum fólk áttu av jørð. (...) Klæðini vórðu
eisini virkað heima. Seyðurin gav ullina, og síðan varð ullin loyst úr
lagdi og gjørd til klædnapløgg - bæði vása- og stásklæði - frá innast
til uttast, annaðhvørt bundin ella vovin. Úr neytahúðini fingust skøði til
húðarskógvar, av kálvaskinnum og seyðaskinnum kálvskinsskógvar
og rotuskógvar.
Eisini høvdu menn skølingar, ið vóru bundnir av grovum tógv. (...) Brennið
var torv, ið skorið var á torvheiðunum í mai mánaði. Umframt vinnuliga
broyting hevur elmegin broytt gerandislívið nógv.
1...,66,67,68,69,70,71,72,73,74,75 77,78,79,80,81,82,83,84,85,86,...286
Powered by FlippingBook